Umfatandi skúlaútbygging í Kollafirði

Bygt verður um og út í Kollafjarðar skúla fyri einar 20 milliónir krónur. Nakrar serstovur koma afturat, og eisini verður eftir summarfrítíðina rúm fyri framhaldsdeild, soleiðis at kollfirðingar, sum ganga í framhaldsdeildini, tá fara at sleppa undan at fara til Havnar

Skúlaumstøðurnar í Kollafirði fara at gerast nógv betri eftir summarfrítíðina. Ein umfatandi út- og umbygging av verandi skúla er í gongd í løtuni. Væntandi fer øll verkætlanin at kosta einar 20 milliónir krónur, sigur Karin Hammer, skúlaleiðari.
Kollafjarðar skúli var vorðin ov lítil til teir umleið stórthundrað næmingarnar, sum í løtuni ganga í skúlanum. Tala er um næmingar frá fyrsta til sjeynda flokk. Næmingarnir, sum ganga í framhaldsdeildini, ganga í løtuni í skúla í Havn.
Men nú bygt verður út, fær skúlin umframt serstovur og felagshøli eisini tríggjar vanligar floksstovur afturat, sigur Karin Hammer. Og tær tríggjar stovurnar fara so at verða nýttar til sjeynda til níggjunda flokk. Ætlanin er ikki at hava tíggjunda flokk í Kollafirði, sigur Karin Hammer.
Byrjað verður eftir summarfrítíðina í ár við einum áttanda flokki. Tey, sum í løtuni ganga í níggjunda og tíggjunda flokki í Havn, verða kortini verandi har og gera seg liðug, sigur hon.
Útbyggingin umfatar ein bygning millum verandi skúla og ítróttarhøllina, og ein tilbygning úteftir tann vegin, sum parkeringsplássini til læknaviðtaluhølini vóru út móti ánni. Eisini verður umbygt inni í sjálvum skúlanum, sigur skúlaleiðarin. Arbeitt verður, bæði meðan børnini eru í skúla og eisini eftir skúlatíð.
?Tað er greitt, at tað larmar illa, meðan arbeitt verður, og tað hoyra børnini sum vera man, sigur Karin Hammer. Nakað av dusti hevur eisini órógvað eitt sindur, men tað er nógv betri við tí nú, sigur hon. Meðan bygt hevur verið um, eru tveir flokkar fluttir úr skúlanum. Annar heldur til í skótahúsinum, og hin í bygdarhúsinum.
Umframt tær tríggjar skúlastovurnar fáa tey eisini nýggj felags- og umsitingarrúm umframt serstovur í tí tilbygninginum, sum verður bygdur út móti ánni.
Øll miðan er tikin burtur og verður, saman við tí tilbygninginum, sum bygdur verður niðan móti ítróttarhøllini, umbygd til sonevndan námsfrøðiligan tænastudepil, sigur skúlaleiðarin.
Í seinastuni hevur nakað verið tosað um skúlakost og serliga um kantinur í skúlanum. Men kantina er ikki við í uppruna ætlanini í samband við hesa stóru útbyggingina í Kollafirði, sigur Karin Hammer. Men arbeitt verður við onkrum, sum væntandi kann fara at hjálpa upp á tann mangulin, sigur hon.