Umfatandi stuldur: Pirat-fiskarar seta gørn í aliringum fyri at stjala laks

Alarar ymsastaðni í landinum hava mangan undrast á, hvussu tað kann bera til, at so nógvur laksur hvørvur úr aliringunum. Men nú hevur Mortan Johannesen funnið eina forkláring. Og tað er ein forkláring, sum ongin hevði droymt um

­ Vit hava vitað, at okkurt hevur verið spinnandi galið.

­Men at hetta skuldi vera forkláringin, hevði eg ikki droymt um.

Mortan Johannesen, alari á Føroya Havsølu í Kaldbak heldur seg nú hava loyst eina gátu, sum alarar hava spekulerað seg svakar uppá nú í longri tíð.

Mortan Johannesen sigur, at alarar í longri tíð hava undrað seg stórliga á, hvussu tað kann bera til, at so nógvur laksur hvørvur úr aliringunum.

­Hvørja ferð alarar hava hitst, hevur eitt stórt samrøðuevnið verið hetta sama, at tað hvørvur so nógvur laksur úr ringunum.

­Alarar hava ikki kunnað forstaðið, hvussu tað ber til at tað er so stórt svinn í aliringunum.

Mortan Johannesen sigur, at alarar fylgja gjøllla við, hvussu nógvur fiskur doyr í aliringunum.

­ Vit hava ein deyðfiskaposa í hvørjum aliringi. Tað er ein glúpur, sum liggur á botninum í aliringinum og sum allur laksur, sum doyr, so dettur í.

­ Hesin deyðfiskaposin verður drigin og tømdur hvønn dag, viðhvørt tvær ferðir.

­ Tann deyði fiskurin verður so taldur og skrivaður upp, sum svinn.

­ Men so hendir tað, sum hevur volt alarunum, so stórt høvuðbrýgg:

­ Táið laksurin í ringinum so skal takast, vísir tað seg, at svinnið er so nógv størri, enn tað átti at verið eftir talinum á tí deyða fiskinum, sum er taldur upp úr deyðfiskaposanum.


Ein gáta

Mortan Johannesen sigur, at hetta hevur verið ein gátá, sum alarar hava spekulerað seg svakar uppá.

­Ongin hevur skilt hetta, tí ongin hevur dugað at forklára, hvat er blivið av tí deyða fiskinum, sum manglar í deyðfiskafiskaposanum fyri at fáa svinnið at passa

­ Onkur hevur skotið út í tað bláu luft og hevur roynt at forklára tað merkiliga svinnið við, at tað er æða, sum kavar undir botnin á aliringunum og tekur fisk úr deyðfiskaposanum.

Nú eru so prógv fingin fyri, at forkláringin er ein heilt onnur.


Funnið eitt svar

Men nú heldur Mortan Johannesen seg hava funnið eitt svar uppá hetta loyndarmálið.

­ Nú ein morgunin, vit fóru út at geva laksinum, hálaðu vit sum vant deyð- fiskanótina upp fyri at vita, um deyður fiskur var í og fyri at tøma hana.

­Og eg má viðganga, at vit gjørdust sera kløkkur, táið vit sóu, at eitt sindur av einum garni hekk uppií línuni í deyðfiskanótini.

Hann sigur at tað hekk eisini deyður laksur uppi í garninum.

­ Nú havi eg funnið, í huvssu so er eitt svar uppá, hvussu tað ber til, at so nógvur laksur hvørvur úr ringunum.

­ Tí garnið kann ikki merkja annað, enn, at tað eru pirat-fiskarar, sum sníkja seg um næturnar at seta gørn í aliringunum fyri at stjala laks.

Hann sigur, at hetta er so langt úti av allari leið, at hetta er ein tanki, sum ongin alari hevur hugsað.

­ Men garnið er prógv um, at so er, tí ongin onnur forkláring kann verða uppá, at garnið var í ringinum.

Mortan Johannesen sigur, at helst hava pirat-fiskararnir verið so ?óhepnir³, at garnið er blivið fast, táið teir hesa náttina høvdu verið á ránsferð í aliringunum hjá Havsøluni.

­So er fjáltur komin á teir og hava teir sett á, fyri at sleppa til rýmingar sum skjótast. og so er garnið skrædnað.


Sníkja seg

Alarin í Kaldbak sigur, at eftir prátinum í alaraumhvørvinum hesa seinastu tíðina at døma, er talan um rættiliga umfatandi pirat-fiskarí ymsastaðni í landinum.

­ Men tað er vónleyst at seta tøl á fyri, hvat tað í veruleikanum kostar alarunum í pengum, leggur hann afturat.

Hann sigur, at tað er eyðsæð, at talan er um pirat-fiskarar, sum hava bát, sum teir sníkja sníkja seg framat aliringunum við um næturnar við sløktum ljósum.

Men hann hevur ikki illgruna til nakran ávísan.

­ Tað sigla bátar alla tíðina á Kaldbaksfjørði. Men eg vænti nú ikki, at tað eru teir bátarnir, vit síggja, sum koma higar á ránsferð. Heldur eru tað teir, vit ikki síggja.


Kann vera heilsuskaðiligt

Mortan Johannesen sigur, at hetta kemur líka óvæntað á hann, sum eitt snarljós hevði komið av klárum himli, tí at nakar kundi vera so framligur, hevði hann ikki droymt um.

Men hann ávarar samstundis um, at tað er ikki heilt vandeleyst at stjala laks.

­ Tí hóast tað er sjáldsamt, so kemur tað fyri, at laksur verður viðgjørdur við ymsum heilivági, og tá er hann í karantenu, tí hann er ikki egnaður til mannaføði eina tíð eftir viðgerð við heilivági. Karantenan er sum oftast ímillum ein og tríggjar mánaðir, alt eftir, hvør viðgerðin er.

­ Og vil heilt illa til, kann tað verða beinleiðis heilsuskaðilgt at eta laks, beint aftaná, at hann er viðgjørdur við heilivági, sigur Mortan Johannesen.


Náttarvakt

Hann sigur, at henda uppdagingin má uttan iva føra við sær, at alarar mugu gera sær meiri ómak við at halda vakt um næturnar.

­ Tað hevur annars ikki verið vanligt at sita náttarvakt uppiyvir aliringunum, í hvussu so er ikki í Kaldbak.

Hann fer nú at melda tilburðin til løgregluna og at geva teimum garnstumparnar, hann fann í ringinum.

­ Talan er eitt nylongarn, men tað er onki sum helst frámerki á tí, so hann roknar við, at tað verður trupult hjá løgregluni at finna eigaran.