Í Grikkalandi hava myndugleikarnir avdúkað umfatandi svik við almennum veitingum. Eitt nú fáa fleiri familjur almannaveitingar til fólk, sum eru deyð, og í øðrum førum hava ríkfólk upplýst fyri myndugleikunum, at tey eru fátæk, og at tey tí hava rætt til pengar frá tí almenna.
Keldur í teirri almennu umsitingini siga fyri Reuters, at nú fara myndugleikarnir at krevja aftur pengarnar, sum fólk skylda tí almenna. Tey fyrstu stigini vórðu tikin longu í september í fjør, og stjórnarumsitingin metir, at tað almenna kann spara upp til 800 milliónir evrur um árið við at fáa skil á tær almennu veitingarnar.
Samstundis hevur stjórnin boðað frá, at hon fer at gera eina roynd at krevja inn skattin, sum er fallin til gjaldingar. Í fjør komu bara sjey milliardir krónur inn í skatti, og fólk skylda tí almenna knappar 450 milliardir krónur. Men sambært Reuters vænta myndugleikarnir ikki at fáa meiri enn einar 60 milliardir krónur av skattaskuldini í kassan.