Skuldu onnur enn amerikanarar valt amerikanska forsetan, hevði Barrack Obama vunnið stórsigur BBC hevur spurt 22.000 fólk í 22 londum, hvørt tey vilja hava Barrack Obama ella John McCain til forseta í USA.
Úrslitið er, at í øllum londunum fær Obama størri undirtøku enn McCain. Munurin er minstur í India, har Obama er 9 prosentstig framman fyri McCain. Harafturímóti er hann heili 82 prosentstig frammanfyri í Kenya, men frágreiðingin er sjálvandi, at Obama er hálvur kenyani.
Í 17 av teimum 22 londunum er tað vanlig hugsan, at tað verður ein fyrimunur fyri viðurskiftini millum USA og hin partin av heiminum, vinnur Obama valið í novembur.