Umhugsa at gera tað bíligari at liva hjá barnafamiljum

Ein býráðslimur í Havn er skelkaður, av, at býráðið hevur lagt so nógvar pengar inn undir seg, at tað svarar til 3.000 krónur hjá eini vanligari familju

Meirilutin í Tórshavnar Býráð er ikki sinnaður at lækka skattin - men kanska at hækka barnafrádráttin

Í hesum døgum viðgerð Tórshavnar Býráð fíggjarætlanina fyri næsta ár. Grundarlagið undir fíggjarætlanini er at skattaprosentið og barnafrádrátturin framhaldandi verða tað sama sum í ár, nevniliga 19 prosent og 8.000 krónur.

 

Men tað eru ikki allir býráðslimir samdir í, tí nakrir býráðslimir í minnilutanum halda, at skatturin eigur at verða lækkaður næsta ár.

 

Ein av teimum er Ruth Vang, býráðslimur fyri Framsókn. Hon vísir á, at Tórshavnar kommuna hevur havt 55 milliónir meiri í inntøku enn mett var og tað svarar til gott og væl eitt skattaprosent.

 

Samstundis skelkar tað hana, at kommunan hevur slakar 279 milliónir standandi á bók. Hetta er peningur, sum varð settur av til útbyggingar av ymsum slagi, men sum ikki er brúktur. Tað svarar til seks skattaprosent, ella yvir 3.000 um mánaðin hjá eini vanligari familju.

 

Sostatt eigur skatturin at verða lækkaður næsta ár, tí býráðið skal ikki taka pengar inn, sum ikki verða brúktir. Verða pengarnir ikki brúktir, skal býráðið ikki liggja á teimum, segði Ruth Vang.

 

– Tað er rætt og slætt ikki rímiligt at liggja inni við so nógvum pengum, leggur hon afturat. Hon hevur áður samanborið meirilutan í Tórshavnar Býráð við jólamenn, tí hon helt, at tey taka meiri skatt inn fyri at gjara út aftur. Men jólamenn, sum bara fylla í sín egna posa – uttan at geva lata nakað út aftur, eru upp aftur verri, heldur hon.

 

Eisini Annika Olsen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin, talar fyri at lækka skattin, um ikki annað so bara eitt hálvt prosent. Hon heldur, at tað hevði verið ein kærkomin jólagáva, tí hjá summum er tað ringt at fáa endarnar at røkka saman.

 

Men tað er einki, sum bendur á, at skatturin fer at lækka. Bæði Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri, vísa á, at tað er rættiliga nógv virksemi í kommuni og tí hava tey tørv á hvørjari skattakrónu.

 

Borgarstjórin vísir eisini á, at skattaprosentið í Havn er eitt hitt lægsta í landinum, men mótsvarið er, at Havnin er eisini nógv dýrasta stað í landinum at vera, serliga bústaðarprísurin er høgur. Teir báðir siga, at heldur enn at lækka skattin, kundi tað verðið umhugsað at hækka barnafrádráttin fyri at gera tað lættari hjá barnafamiljum.

 

Nú skal býráðið so viðgera fíggjarætlanina so tað er trúligt, at onkrar broytingar verða gjørdar. Býráðið fer at taka endaligu støðu til fíggjarætlanina síðst í november.

 

Meirilutin í Tórshavnar Býráð er ikki sinnaður at lækka skattin - men kanska at hækka barnafrádráttin