Umhugsa at keypa eitt skip til suðuroyarsigling

Tað er sera dýrt at leiga avloysaraskip fyri Smyril til suðuroyarsiglingina

Tað segði Jørgen Niclasen við útvarpið hjá Kringvarpinum. 

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum segði, at seinast kostaði tað 10 milliónir at leiga avloysaraskip, men at tað nú kostar tað dupulta. Tí verður eisini kannað, hvat tað koystar at keypa eitt skip at avloysa Smyril, tá hann skal í dokk næsta ár.

Seinast kostaði tað 19 milliónir at hava Smyril í dokk. Hesaferð verður tað mett at kosta 30 milliónir krónur, og tí skulu játtast nógv fleiri pengar til viðlíkahald av Smyrli, segði Jørgen Niclasen við Kringvarpið.