Umhugsa at lækka skúladagatalið

Tað er ikki vist, at tað er so gagnligt at ganga so nógv í skúla. Ivaleyst høvdu vit kunnað gjørt nógv ting betri, eisini við einum styttri skúladegi, sigur Helena Dam á Neystabø við Skúlablaðið

Børn í Føroyum ganga meiri í skúla enn tey gera í nógvum øðrum londum; tí kann koma uppá tal at lækka skúladagatalið.

- Tað er ikki vist, at tað er so gagnligt at ganga so nógv í skúla. Ivaleyst høvdu vit kunnað gjørt nógv ting betri, eisini við einum styttri skúladegi, sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, við Skúlablaðið.


- Eg havi hoyrt Føroya Lærarafelag verið frammi og sagt, at tey ynskja eina viku vetrarfrítíð. Nógvir starvsfólkabólkar hava fingið hesa vikuna, og tað kundi verið, at lærarar fáa hesa frítíðina í eini samráðingarstøðu. Onnur hava goldið 2,5 prosent fyri hana, og tað er sjálvandi ein møguleiki, sum vit eru opin fyri at tosa um, sigur hon.


Leysliga mett høvdu tey 2,5 prosentini givið 6-7 milliónir krónur í sparingum til fólkaskúlaøkið um árið.