Òumhugsað avgerð

Stóra rokið og ósemjan um samanleggingina av út? og sjónvarpinnum, tykist í fyrstu atløgu vera hasað av. Gunleivur Dalsgarð, formaður í starvsmannafelagnum, sigur, at nógva fundarvirksemið um vikuskiftið hevur givið úrslit. Slagið er vunnið, men kríggið er ikki liðugt enn, skilst

So týtt og knapt landstýrismaðurin í mentamálum hevði boðað frá um samanleggingina ímillum sjónvarpið og útvarpið, kallaði starvsmannafelagið allar partarnar inn til fundar. Í útvarpinum merktiskt ikki nógv til brádliga íkomnu ætlaninar, men hjá Svf var alt arbeiðið niðurlagt um vikuskiftið, meðan fundarvirksemið var.
? Serliga starvsfólkini í Svf vóru ótrúliga ónøgd við framferðarháttin hjá Jógvani á Lakjuni. Seinastu tíðina hava tey verið ígjøgnum ótalligar bygnaðarbroytingar, stjóraskifti, os.fr. umframt at tey nærum dag og dagliga hava verið almenn skjótiskiva. Nú kom so hetta afturat. Og hetta má metast at vera eitt rættiliga stórt alment skot, sigur Gunleivur Dalsgarð. Hann sigur, at hóast samanleggingin sjálvandi fer at raka báðar stovnar, so tyktiskt tað í fyrstu atløgu, sum Svf skuldi hvørva inn undir Úf, og starvsfólkini vistu tí ikki um tey vóru keypt ella seld. Tí valdi starvsmannafelagið eisini at leggja Svf-skermin svartan um vikuskiftið. Gunleivur sigur, at teir taka fulla ábyrgd av svarta skerminum. ? Vit mettu, at hetta var eitt so mikið álvarsamt mál, at vit valdu at kalla øll starvsfólkini í Svf til fundar. Og tá øll sita á fundi er sjálvandi eingin til arbeiðis. Tað vildi eisini verið løgið um eitt so drastiskt stig ikki fekk nakrar avleiðingar, heldur hann, og vísir aftur, at skermurin var sløktur fyri at provokera. ? Eg haldi hatta vera eitt sera rímiligt stig at taka, heldur hann.

Lítið gjøgnumhugsað avgerð
Gunleivur heldur, at hetta var ein forhastað avgerð, ið landstýrismaðurin tók. ? Hann vísti seg ikki hava nakra víðari ætlan enn tað, at stovnarnir skulu leggjast saman.
Eftir alt fundarvirksemið, sum nú hevur verið -eftir okkara intiativi- eru tingini komin eitt sindur meiri upp á pláss, sigur hann. ? Vit hava fingið vissu fyri, at einki verður gjørt áðrenn málið hevur verið fyri í tinginum og tað er vorðið lógarásett. Allir avvarðandi partar verða hoyrdir og fáa høvið at siga sína hugsan. Tá ið málið kemur út til hoyringar, fer starvsmannafelagið somuleiðis at vera aktivt og royna at gera sína ávirkan galdandi, sigur Gunleivur.
Víðari sigur hann, at á fundunum um vikuskiftið komu nógvar meiningar, hugsanir og hugskot fram, sum landstýrismaðurin als ikki hevði hugsað um. ? Landstýrismaðurin sjálvur hevði ikki serliga nógv at leggja fram, men starvsfólkið nýtti høvi at siga sína hugsan. Eftir fundin segði Jógvan á Lakjuni seg hava fingið nógv burturúr fundunum, sigur Gunleivur. Hann harmast tó um, at slíkir fundir ikki vóru hildnir áðrenn avgerðin varð tikin. ? Tað, ið kom fram á fundunum, átti alt at verið debaterað áðrenn endaliga avgerðin varð tikin, so hetta arbeiðið hevur verið í øvugtari raðfylgju, staðfestir hann.

Vandamikið rák
Tað, sum serliga fekk starvsmannafelagið at loypa soleiðis upp, var, at hetta er eitt sera princippielt mál. ? Tað skal eingin ivi vera um, at bæði vit og starvsfólki eru sera ónøgd um framferðarháttin hjá landstýrinum í hesum málinum. Og tað skulu teir vita. Vit finna okkum ikki í slíkari viðferð av okkara limum, sigur Gunleivur sera avgjørdur á málinum.
Hann vísir á, at tað skjótt kann gerast eitt vandamikið rák, um lóggevandi valdið fær tann vana at seta allar reglur og fyrisetingar til viks, og siga, at nú er hetta politiski viljin, og soleiðis verður tað uttan mun til, hvat avvarðandi partarnir siga til tað. ? Tað er eingin ivi um, at hetta stigið er tikið, fyri at reinsa eitt sindur út í sjónvarpinum. Hetta hevur verið upp á tal so ofta fyrr, men hvørgin av stjórunum hevur hildið tað verið ráðiligt. Nú mugu vit bara staðfesta, at avgerðin er tikin og at vit nú mugu royna at fáa tað besta burturúr, sigur hann.
Gunleivur vísir á, at tað enn er nógv sum skal upp á pláss, og at eingin ætlan er stungin út í kortið enn. ? Vit mugu gera okkum greitt hvat vit ætla, at ein nýggjur stovnur skal innihalda. Hvat er tað í grundini man vil við hesi samanleggingini? Eingin veit um hetta verður ein sparing ella um hetta verður ein eykaútreiðsla. Enn eru ongar útrokningar ella útmeldingar komnar um hesi evnini, staðfestir hann. Hann sigur, at hetta als ikki kann góðtakast, og hann heldur, at tiltøkini hjá starvsmannafelagnum hava fingið landstýrismenninar at skilja tann boðskapin. ? Eg haldi, at drúgvu fundirnir hava givið eitt ekkó, sum nú hava givið øllum pørtunum nakað at hugsa um, sigur Gunleivur og endar við at siga, at hetta vónandi ikki verður framferðarhátturin, ið fer at verða nýttur framyvir, táið broytingar skulu fremjast. ? Um so er, er hetta eitt sera vandamikið rák og spurningurn er so hvar vit enda, sigur Gunleivur Dalsgarð.