Bara fimm bilar sleppa inn á Endurnýtsluna á Hjalla í senn í løtuni, og tað hevur skapt stórar bíðirøðir, og fólk hava verið noydd at bíða í rúma tíð, áðrenn tey eru sloppin framat.
Leygardagin stóðu eitt skifti fleiri enn 70 bilar í bíðirøð fyri at sleppa inn á økið hjá Endurnýtsluni á Hjalla fyri at sleppa av við rusk.
Trýstið er størri enn vanligt
Turið Horn, forkvinna í náttúru- og umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar Kommunu, sigur, at trýstið er størri á Endurnýtsluna í løtuni í mun til undir vanligum umstøðum.
- Eg havi júst tosað við leiðaran á Endurnýtsluni, og turru tølini vísa, at leygardagin, tá ið tað var opið frá 10-17, altso sjey tímar, vóru 420 bilar inni á økinum hjá Endurnýtsluni. Tað vil siga, at tað vóru 60 bilar um tíman. Tað er meiri enn vanligt, og tí er trýstið eisini óvanliga stórt á Endurnýtsluna, sigur hon.
Hon greiðir frá, at Endurnýtslan sum almennur stovnur fylgir tilmælunum frá myndugleikunum, og tí sleppa ikki fleiri enn fimm bilar í senn inn á økið.
- Tað virkar kanska eitt sindur ógvusligt, tí økið er stórt, og tá ið vit síggja, hvussu tað sær út, tá ið fólk til dømis eru til handils í hesum døgum. Men tað vísir seg, at tey allarflestu, sum koma á Endurnýtsluna, skulu koyra rusk í somu bingjur, nevnliga tær við húsarhaldsruski, og havandi í huga tveir metra frástøðu, so kunnu vit ikki loyva fleiri enn fimm bilum inn í senn í løtuni, sigur Turið Horn.
Fundur í dag
Í býráðnum eru tey tó væl greið um ónøgdina millum borgarar um støðuna í løtuni, og tí verður málið eisini viðgjørt á samgongufundi í býráðnum seinni í dag.
- Vit umhugsa fleiri møguleikar. Ein møguleiki er at hava víðkaðar upplatingartíðir í eitt tíðarskeið, men tað kostar sjálvandi pengar. Ein annar møguleiki er at seta fleiri bingjur upp til húsarhaldsrusk, tí tað er har, at stóra trýstið er, sigur forkvinnan í náttúru- og umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar Kommunu.