Partur av endamálinum við orkuskiftinum er at minka um koltvíevnisútlátið hjá føroyingum og oljunýtsluna hjá føroyingum.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, greiddi á orkuráðstevnuni hjá Sambandsflokkinum í gjár, frá orkupolitikkinum hjá landsstýrinum og vísti millum annað á tiltøk, sum landsstýrið hevur sett í verk og umhugsar at seta í verk.
Hann nevndi millum annað, at landsstýrið hevur broytt avgjaldið á bilum, so at dálkandi bilar rinda meiri enn aðrir bilar. Eisini hevur landsstýrið givið el- og vetnisbilum mvg-frítøku.
- Eitt annað tiltak, sum landsstýrið kannar í løtuni, er at banna oljufýringum frá 2021, segði løgmaður. Hann segði, at í løtuni vóru um 1.000 húski, sum nýttu hitapumpu til upphiting, men at heili 18.000 húski nýta framvegis oljufýring, sum er nógv meiri dálkandi. Hesi skulu á ymiskan hátt eggjast ellan noyðast til at velja aðrar hitaloysnir.
Thormann Kruse, tekniskur leiðari í VITOrka, helt, at hetta var ein vána loysn, tí hetta einans flytir oljuna úr kjallaranum yvir á elverkið á Sundi, har streymurin til hitapumpuna verður framleiddur av tungolju.
Hendrik Egholm, stjóri á Magn, vísti fyrr á degnum á, at gassoljan, sum verður nýtt til upphiting, er nógv reinari enn tungoljan, sum SEV nýtir til elframleiðslu.
- Tungoljan er óynskt í Noregi og í USA. Sjálvt kinesarar eru farnir at banna tungoljuni, tí hon er so sera dálkandi. SEV má gera meiri við at minka um tungoljunýtsluna, serliga tá prognosurnar vísa, at nýtslan av tungolju fer at vaksa komandi árini, segði Hendrik Egholm.