Nú verður umhugsað at flyta ein part av dialýsuviðgerðini á Landssjúkrahúsinum, norður til Klaksvíkar.
Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, sigur, at orsøkin til at málið er tikið upp, er, at meiri enn helvtin av dialýsupatientunum í landinum er úr norðurøkinum.
Í hesum sambandi varð upplýst, at tað eru 13 dialysusjúklingar í landinum og av teimum eru sjey í norðurøkinum.
Bárður Nielsen tingmaður vil nú hava at vita um ætlanin er at flyta ein part til Klaksvíkar.
Og hann vil eisini vita um hetta byggir á læknafakliga ráðgeving, ella er tað ein politisk avgerð burtur av.
Karsten Hansen staðfestir, at ongin avgerð er tikin um at flyta nakra dialysuviðgerð.
Men málið verður kannað, tí sjúklingarnir eru rættiliga illa fyri og ferðatíðin til og úr Havnini er alt ov møtikil fyri tey fleiri ferðir um vikuna.
Hann sigur, at aðrastaðni er ikki óvanligt at leggja dialýsuviðgerð í deplar í samráð við serlækna umvegis fylgissvein.
Karsten Hansen sigur, at ætlanin er ikki at flyta hetta serøkið til Klaksvíkar og í hesum sambandi fer hann at taka læknafaklig, sosial og fíggjarlig atlit.