Umhugsin bumbumaður

Maðurin, sum er tikin og skuldsettur fyri at hava havt ætlanir um yvirgang í Keypmannahavn, hevur beinprotesu niðan fyri knæ á høgra beini, og tað kann kanska hjálpa donsku løgregluni at fáa staðfest, hvør maðurin er. Í hvussu er skriva danskir fjølmiðlar, at tað eftirgjørda beinið er tað besta sporið, sum løgreglan hevur at ganga eftir.

-Beinprotesan er gjørd í Vesturevropa og er av tí dýra slagnum. Slík bein hava eitt serligt nummar, sum vísir, hvar beinið er gjørt, segði Svend Foldager hjá løgregluni í Keypmannahavn á tíðindafundi í dag.

Men bumbumaðurin hevur eftir øllum at døma havt nummarið í huganum, tí sambært Svend Foldager hevur hann koyrt nummarið burtur.

-Tað vísir okkum, at maðurin vil ikki, at vit skulu fáa at vita, hvør hann er, segði Svend Foldager á tíðindafundinum.