Við flogfarinum úr Danmark í dag eru tríggir umhvørvisaktivstar komnir til Føroya Beint áðrenn flogfarið fór úr Kastrup fyrrapartin, hoyrdu føroyingar tveir útlendingar sita í Kastrup og tosa saman um grindadráp í Føroyum. Eir vóru á veg til Føroya
Ein maður, sum kom við flogfarinum, sum lendi í Vagum beint fyri klokkan tvey, sigur, at millum ferðafólkini vóru tríggir menn, sum tosaðu okkurt fremmant mál, og hetta kundu helst hava verið umhvørvisaktivistar.
Sea Shephard boðaði fyri stuttum frá, at felagsskapurin fór at senda umboð til Føroya at eygleiða grinddráp. Ikki eru greitt um hesir menninir eru frá Sea Shepherd.´
Politiið veit einki um, at umhvørvisaktivistar eru komnir til Føroya.