Nor-lines hevur bílagt tvey skip úr Kina, sum nýta jarðgass sum brennievni og í dag varð annað teirra navngivið í Stavanger. M/S Kvitbjørn, sum varð doypt í dag, og systirskipið M/S Kvitnos, verða bæði skrásett í FAS.
Nor-lines kallað sjálvi skipið fyri heimsins umhvørvisvinarligasta farmaskip.
Maskinurnar í skipunum báðum eru framleiddar av Rolls-Royce verksmiðjuni. Sambært Teknisk Ukeblad eru 56 onnur skip við jarðgassmaskinum í sigling í dag, meðan 78 onnur eru í gerð. Nor-lines siga, at samanborið við skipini, sum Kvitbjørn og Kvitnos koma í staðin fyri, eru nýggju skipini 18 prosent energieffektivari, hava 38 prosent lægri útlát av CO2 og 90 prosent minni útlát av NOX-gassum.
Tilsamans kosta skipini bæði umleið eina hálva milliard norskar krónur.
Shipping.fo er manningardeild og flaggstatsagentur hjá Nor-lines í Føroyum og partur av manningini á nýggju skipunum er føroysk.