Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu, er sera væl nøgdur við ta undirtøku, sum tiltakið - seinsummardagar – fekk millum bygdarfólkið og fólk í oynni sum heild.
- Veðrið eydnaðist eisini so sera væl, og tað ger, at fyritreytirnar og karmarnir fyri tiltakinum vóru serstakliga góðir, sigur hann.
Góð undirtøka
Brandur Sandoy sigur, at millum 350 og 400 fólk vóru til morgunmatarborðið á Mørkini Miklu í morgun, og hann er sera fegin um ta stóru undirtøku, sum tiltakið fekk.
- Nógv fólk nýttu eisini høvi at fáa sær leskiligan seinsummarbúff ella annað gott til matna leygarkvøldið, og tá Hans Jacob Hjelm og vinmenn spældu til dans seinni um kvøldið og til langt út á náttina, vóru eini 130 fólk í dansi.
Borgarstjórin vísir á, at kommuna, feløg og einstaklingar í oynni høvdu lagt eina áhugaverda og forvitnisliga skrá fyri dagarnar, og hann heldur, at flestu tiltøk vórðu væl vitjað.
- Jú, eg havi varhugan av, at nógv fólk, bæði vaksin og børn, nær og fjar, fóru ríkari heimaftur, eftir ein túr í góðveðrinum á Sandi fríggjakvøldið, leygardagin og sunnunáttina.
Stóran týdning
Brandur Sandoy ivast onga løtu í, at eitt slíkt tiltak hevur stóran týdning fyri trivnaðin í bygdini og í Sandoynni sum heild.
Leggjast kann aftrat, at børnini eisini høvdu ymiskt at fara til á seinsummardøgunum, og her vóru eitt nú stuttligar hoppiborgir og fiskikapping Úti í Støð.
- Eg vil takka øllum, sum hava tikið tøk til frama fyri seinsummardagarnar, og eg vil eisini nýta høvi at takka øllum, sum hava vitjað tey ymisku tiltøkini í skránni, sigur borgarstjórin.