Ummælarar í útvarpssendingini Kvørnin hava í dag valt fimm tær bestu tónleikaútgávurnar í Føroyum í ár.
Urd Johannesen, Guðrun Sólja Jacobsen og Ólavur Olsen valdu hvør í sínum lagi bestu útgávurnar frá 1 til 5, og síðani vóru teirra kjósingar lagdar saman til eina samlaða røð við fimm teimum bestu útgávunum.
Útgávan hjá Eyðuni Nolsøe, Dagur legst at degi, varð kosin besta útgáva í ár, og á listanum vóru eisini útgávur hjá Swangah, Steso, Momo og Leu Kampmann.
Topp-5 útgávur í 2017 hjá ummælarum í Kvørnini:
1. Eyðun Nolsøe – Dagur legst at degi
2. Swangah – Lán mær eitt oyra
3. Momo – Momo
4. Steso – Blandað
5. Lea Kampmann – Common Blue
Kvørnin kann hoyrast her.