Tað er í grundini alt ov langt síðani, eg hevði eina sjónleikaruppliving, ið gjørdi mær mun. Tí eri eg hjartans fegin um at eg var í Løkshøll í gjárkvøldið og upplivdi leikin, Tann komiska tragedian eftir Eva Bonfanti og Yves Hundstad. Eg síggi á atgongumerki.fo, at atgongumerki eru eftir til sýningarnar av leikinum í morgin klokkan 16 og klokkan 20 - Góðu tit øll. Gerið tykkum sjálvum tann beina og keypið eitt atgongumerki skjótast...
Soleiðis byrjar Kinna Poulsen ummælið, sum hon hevur skrivað á listaportal.com. Hon hevur verið til sjónleikin Tann Komiska Tragedian, sum Olaf Johannessen leikar.
Tað, sum situr eftir í kroppinum eftir frumsýningina í Løkshøll er ein innilig kensla av ærufrykt yvir fyri sjónleikaranum, Olaf Johannesen, sum í ein tíma og fjøruti minuttir tosaði, rópti, gekk, datt, lá, dansaði og sum heild fyllti allan pallin út við fleiri persónum – hóast hann bara er ein – soleiðis, at tíðin hvarv. Heilt einastandandi at uppliva hvussu hann bara við at skifta eitt eygnabrá broytir persónsmensku og huglag, sigur Kinna Poulsen millum annað.
Alt ummælið kann lesast á listaportal.com.
Sýning av leikinum verður eisini í SALT komandi vikuskifti.