Heri Mohr
Í bókahandlunum er komin nýggj bók um einaræðisharran Jósef Stalin, skrivað av rithøvundanum Hanusi Kamban, sum telist millum okkara bestu pennar.
Í formælinum til bókina (síðu 10) lesa vit m.a., at Jan Müller hevur givið bókina út, og at Valdemar Dalsgaard hevur stavsett persónsnøvn, staðarnøvn og einstøk russisk orð. Í formælinum verður eisini sagt, at bókin snýr seg um Jósef Vissarionovitsj Dzugasjvil, tann fátæka drongin úr Gori í Georgia, sum tíðliga gjørdist kollveltingarmaður og limur í tí lítla russiska, sosialdemokratiska flokkinum. Hann fekk størri vald enn nakar valdsharri í heiminum nakrantíð hevði havt. Vit fáa at vita, at bókin er skrivað fyri at laga upp í tað glopp av vantandi kunnleika, sum valdar, ikki minst í Føroyum, um hetta evni. Bókin styðjar seg til verandi bókmentir, einamest á enskum.
Støðið undir teimum 108 síðunum við 25 bíløtum skuldi so statt verið í lagi. Væl vitandi, at tann kommunistiska epokan, sum við Stalini á odda í 22 ár píndi og drap ótaldar milliónir av russarum, ikki kann komprimerast við sporadiskum brotum í einum bóklingi, so verður tó lisið við áhuga, tí tað frálíka portrettið av Janusi, sum Hanus Andreassen (nú Kamban) legði frá hondum: J. H. O. Djurhuus, Ein bókmentalig ævisøga, liggur okkum frammaliga í huganum.
Av tí at henda lítla bókin er heimssøgufrøðilig, er tað kanska í so ósmæðið av leikmanni at ditta sær, sum ein annar spurvur í tranadansi, at trína inn á pallin á parnassinum, har professionellir ummælarar og annað gott fólk innan bókmentum haldur til.
Lat tað verða sagt beinanvegin, at bókin er eitt skuffilsi, eitt vónbrot. Tá hon er lisin og løgd á reólina, har hon hoyrir heima, koma fram assosiatiónir um tann unga, alfaðirliga seminaristin, sum sannførandi og doserandi gevur næmingunum dispositión til ein torføran frístíl.
Fyrst er at siga, at bókin hevur ongar myndakeldur, ongar notur og onki bókmentayvirlit.
Á síðu 107-108 er tó eitt yvirlit: BÓKMENTIR - eitt úrval, sum ikki kann brúkast til nakað, hvørki eitt ella annað, við ávísum feilum: Bókin hjá Alan Bullock, Hitler & Stalin, Beretningen om to af dette århundredes grusomste magtmennesker, kom út á Politikens Forlag 1991 og ikki 1992. Bókin hjá Lord Russel of Liverpool, Scourge of the Swastika, A Short History of Nazi War Chrimes, Green Books, London 2002, kom út í danskari týðing í 1984 (MCMLXXXIV) við heitinum Hagekorsets Svøbe. Beretningen om de nazistiske krigsforbrydelser. Um hana er at siga, at hon lítið ella einki hevur við Stalin
at gera. Bókin hjá Adam B.Ulam, The Man and His Era, Lane 1974, kom út, expanded edition, í 1989.
Á síðu 14 í bókini lesa vit, at vanliga verður upplýst, at Stalin er føddur í desember 1879?Veruleikin er, at hann varð føddur tann 6. desember 1878. Hvaðani rithøvundurin hevur fingið "veruleikan", fáa vit ikki at vita, men í tí donsku enclypodæiini (2000) lesa vit, at Stalin varð føddur 21. desember 1879(?).
Hvørjum skulu vit trúgva? Hanus Kamban ella leksikon.
Hóast serkønur maður í russiskum hevur hjálpt rithøvundanum við at stavseta staðarnøvn, verður høvuðsstaðurin í Georgia, Tbilisi, skrivaður Tiflis (á týskum) (síðu 17).
Tað er frustrerandi at lesa um russiskar bøkur við hugsaðum (fiktivum), føroyskum heitum, hóast allar ella tær flestu, sum soleiðis eru heimadoyptar í bókini, finnast á donskum ella øðrum skandinaviskum máli, sum føroyingar duga at lesa.
Á síðu 37 síggja vit bílæt av Lenin í rullustóli saman við systrini Mariu og einum lækna. Sama bílætið er á síðu 125 í bókini Russiske Billeder, sum Gyldendal gav út í 1995, og har fáa vit at vita, at 40 læknar og sjúkrasystrar vóru um Lenin, meðan hann var sjúkur.
Í fororðinum til bókina skrivar víðakenda skaldið Jevgenij Jevtusjenko m.a. um nevnda bílæt: Det sidste billede av Lenin i denne bog er overvældende. Hans øjne udstråler rædsel, måske fordi han har indset, at alle revulotionens idealer skylles bort i strømme af blod. Fororðið endar við hansara vøkru yrking: Et kludetæppe.
Á síðunum 77-80 lesa vit um Geòrgij Zjùkov, sum gjørdist ein tann kendasti herovastin í bardaganum um Stalingrad og í endaliga bardaganum, sum gjørdi enda á Týsklandi við hertøku av tí, sum einaferð var Berlin. Men vit fáa ikki at vita, at Zjùkov tók ímóti tí endaligu kapitulatiónini, tá Týskland gav seg yvir tann 8. mai 1945, at tað tá kom vátt í reiðrið millum hann og Stalin, og at hann gjørdist verjumálaráðharri hjá Nikita Krusjtov miðskeiðis í 50-unum.
Á síðu 92 er eitt stykki, ið eitur: Stalin myrdur? Har lesa vit m.a., at lagsbrøður og eltibløðrur valdsharrans noyddust at vera um teirra meistara at kalla hvørja nátt. Seks av teimum verða nevndir, men Malenkov er ikki teirra millum. Tað kann tykjast løgið, tí hann var ovarlaga í brotsmannaklubbanum í mong Harrans ár.
Annars er ikki nógv samsvar millum tað, ið Hanus Kamban skrivar um deyða Stalins, og tað, ið dóttir Stalin, Svetlana, hevur greitt frá um seinastu tímarnar hjá pápanum (Stalin & Hitler, Alan Bullock, s.994): Dødskampen var forfærdelig. Gud giver kun en let død til de retfærdige. Han blev bogstavelig talt kvalt til døde,, medens vi så på det. I det, der syntes det sidste øjeblik, åbnede han pludselig øjnene og kastede et blik på alle i værelset. Det var et frygteligt blik, vanvittigt eller måske vredt og fuldt af dødsangst?
Så skete der noget uforståeligt og frygteligt, som jeg den dag i dag ikke kan glemme?
Han løftede pludselig sin venstre hånd, som om han pegede på noget ovenover og nedbragte en forbandelse over os alle. Bevægelsen var uforståelig og fuld af trussel?
I næste øjeblik, efter en sidste anstrengelse, vred ånden sig fri af kødet.
Frágreiðingin hjá Svetlanu um deyðsræðslu og ta vinstru hondina hjá pápanum sigur kanska okkurt um tann dulda sannleikan um sálarliga sjúka bølmennið Jósef Stalin? - Annar armurin hjá honum var eitt sindur kryplaður!
Um tey skakandi rættarmálini í 1936-38, har vitnisburður varð fingin til vega við píning og torturi, vísir rithøvundurin á, at hesi mál kunnu sammetast við líknandi, sum fór fram í miðøldini.
Skrivligu referatini frá Moskvaprocessunum prógva pástandin til fulnar, men tað, sum í hesum sambandi eisini hevur áhuga, er, at almenni ákærarin Andrej Vysjinskij, sum framdi tey óhugnaligu justitsmorðini, varð leiðari av sovjetisku ST-delegatiónini í 1947, til hann doyði í 1954. Hendan delegatiónin átti sín stóra leiklut í tí kalda krígnum.
Í formælinum og í sjálvari bókini verður sagt, at í heila tikið er merkiliga lítið skrivað um Stalin og stalinismuna. Tað er at taka munnin í so fullan, tí um vit tríva í bókarúgvuna og t.d. blaða í bókini hjá Allan Bullock (1088 síður), so eru í henni fleiri hundrað nøvn og heiti í einum evnisyvirliti, sum hevur samband við skriving um Hitler og Stalin.
Í 2002 kom bókin Lad os blive som solen. Den russiske sølvalder 1890-1917 av Mette Dalsgaard, ph.d. í russiskari bókmentafrøði. Hon er verd at lesa. Tá ið tað stóra russiska skaldið Osip Mandelsjtam í 1933 yrkti um Fjallabúgvan í Kreml og hansara maðkafingrar, hansara grótlúsa-gneggj og hansara girndarboð um deyðarevsing, varð hann beinanvegin handtikin (av Stalini) og sum ein annar brotsmaður jagstraður til tvingsilsarbeiði í Sibiria, har hann í 1938 doyði 47 ára gamal.
Og sama árið kom tann áhugaverda og nóg umrødda bókin Gulag og Glemsel. Ruslands tragedie og Vestens hukommelsestab i det 20. århundrede skrivað av Bent Jensen, professara í søgu.
Í bókini Russiske Billeder skrivar Jevgenij Jevtusjenko m.a., at Rusland er en nation af formidable forfattere, geniale videnskabsmænd, pragtfulde bedstemødre?.
Í ár eru liðin 100 ár síðani "formidabla"skaldið Anton Tjekhov doyði bert 44 ára gamal. Lungnasjúka, sum ikki einaferð.
Tað hevði verið hugaligt, um Hanus Kamban kundi markera árið Tjekhov til áminningar við at føroyska nakrar av hansara stuttsøgum ella ein av hansara sjónleikum (Másan eiga vit) kanska til GRÍMU at framføra einaferð í heyst?