Ummælari um føroyska symfoni: Tónaskaldið dugir síni ting

Vit skuldu taka ímóti einari spildurnýggjari føroyskari symfoni - hetta er sum kunnugt ikki hent ofta í heimssøguni síðani fyrsta symfoniin, Oceanic Days hjá Sunleif Rasmussen í 2000 varð framførd av íslendska symfoniorkestrinum.

Listaummælarin Kinna Poulsen hevur á listaportal ummrøðu av nýggju føroysku symfoniini, ið Tróndur Bogason hevur skrivað.

 

Hon sigur m.a.:

 

Men talan var eisini um eitt heilt serligt veitslukent kvøld og høvið at feira bæði Norðurlandahúsið og Føroya Symfoniorkestur á teirra 40 ára degi, samstundis sum vit skuldu taka ímóti einari spildurnýggjari føroyskari symfoni - hetta er sum kunnugt ikki hent ofta í  heimssøguni síðani fyrsta symfoniin, Oceanic Days hjá Sunleif Rasmussen í 2000 varð framførd av íslendska symfoniorkestrinum undir leiðslu av Bernhardi Wilkinson, sum leygarkvøldið enn einaferð stóð sum drangur í brimi og leiddi øll tey framførandi trygt og væl gjøgnum tvey sera ymisk tónlistaverk.

 

Og víðari sigur Kinna Poulsen millum annað:

 

Hetta við at seta tveir ymiskar partar saman og fáa okkurt triðja burturúr er ein strategi innan fyri samtíðarlist og modernismu, har mann sær eitt listaligt poeng í ymsum sløgum av ørkymlan og desorientatión. Hjá Tróndi Bogason hevur hetta verið ein aðaltanki í mongum av kórverkunum, hann skrivaði til kórið Mpiri heilt afturi í síðstu øld og eftir aldarskiftið.

 

...Her gongur ógvuliga nógv fyri seg í teirri flottu nýggju symfoniini hjá Tróndi Bogason og eg gleði meg at hoyra hana aftur í Kringvarpinum, sum lukkutíð tók frumframførsluna upp – fyribils haldi eg, at mann kann staðfesta, at talan er um eina væl eydnaða symfoni bæði tí hon er bygd á eitt áhugavert formligt hugskot, men eisini tí at tónaskaldið dugir síni ting, hevur realistiskt atlit til sínar møguleikar, sínar tónleikarar, sangarar og dugir at brúka hesar til fulnar.

 

Ummælið hjá kinnu Poulsen kann lesast í fullari longd her: 

 

Sólárið - 1983 — Listaportal