Ummæli: Á tremur av góðari og kenslubornari ungari orku

Kinna Poulsen hevur verið til leikin "Skeivur" í Luux, og hevur ummælt.

 

Vit sleppa ikki sum vant at sessast afturi á áskoðaraplássinum í tryggari frástøðu frá tí dramatiska, sum hendir á pallinum, men eru við á dansigólvinum og øðrum útsettum støðum – tað er ein sonn royndarstund hjá onkrum áskoðara, meðan onnur fegin spæla við og hoppa út á dansigólvið, skrivar Kinna Poulsen.

 

Talan er um ein ungdómsleik, sum á tremur av góðari og kenslubornari ungari orku fyrst og fremst talar til ungdómin ikki áminnandi sum í fantastisku friðaryrkingini hjá Nordahl Grieg, men á ungdómsins egna máli við einum innara sjónarhorni.

 

Fleiri leikir bæði har og aðrastaðni hava seinastu árini tikið støði í teimum ungu og tað er tiltrongt. Eg vænti, at ein leikur sum Skeivur kann vekja áhuga fyri leiklist bæði millum ungar leikarar og áskoðarar og tað er í sjálvum sær framúr - vónandi fer tað eisini at dryppa á deknin eisini útbúgvingarliga, skrivar Kinna Poulsen millum annað á listaportal.com.

 

Alt ummælið kann lesast her: Til ungdómin — Listaportal