Komandi umsóknarfreist til starvslønir og íverksetanarstuðul er 15 desember kl. 23.59.
Hesum boðar Mentanargrunnur Landsins frá.
Endamálið við starvslønum er at geva listafólkum og øðrum, ið takast við mentanarligt virksemi, arbeiðsnáðir í eitt ávíst tíðarskeið, at starvast burturav við listarligum ella øðrum mentanarligum arbeiði.
Starvslønir eru til leik og lærd, og tær kunnu verða latnar soleiðis: Ein í 3 ár, tvær í eitt ár, og frá 1 til 6 mánaðum.
Endamálið við íverksetanarstuðlinum er, at stuðla einstaka skapandi yrkislistafólkinum, serliga ungum listafólki.
Stuðulin skal lætta um hjá evnaríkum listafólkum at koma víðari við teirra skapandi listararbeiði. Upphæddin er kr. 75.000 árlig, og kann í mesta lagi latast sama persóni tvær reisir.
Søkjast skal ígjøgnum heimasíðu á talgilda oyðublaðnum. Best er at senda inn í góðari tíð. Stórt trýst kann vera á skipanini uppundir evstamark.
Umsóknir, ið koma ov seint, verða ikki viðgjørdar.
Lesið meira her www.mentanargrunnur.fo