Umsíðir sleppa teir á pallin

Rockbólkurin Bloody Dice fer nú at hava fyrstu konsertina

Rocksangarin Dagfinn Joensen úr Funningsfirði, sum er búsitandi í Danmark, fer nú at hava fyrstu konsertina við nýggjum bólki.

 

Seinastu tvey árini hevur hann verið sangari í Bloody Dice, men orsakað av koronu hevur bólkurin onga veruliga konsert havt enn. Tað skal broytast, og leygarkvøldið 23. oktober spælir Bloody Dice á spælistaðnum High Voltage í Keypmannahavn.

 

Bloody Dice spælir rock av tí gamla slagnum og hevur gjørt sínar egnu sangir.

 

Í apríl gav bólkurin út eina ep, og teir gjørdu í tí sambandi eitt videolag, sum kann síggjast niðanfyri. Bólkurin hevur stroymt onkra framførslu úr Sweet Silence Studio, har teir eisini hava tikið tónleikin upp. Framleiðari hjá teimum hevur verið kendi Flemming Rasmussen.

 

Svenski bólkurin Mother Mersy, sum spælir rock við sjeyti ára íblástri, hitar upp fyri Bloody Dice.

 

Atgongumerki til konsertina kunnu keypast á billetto.dk

 

##med2##