Umsitingarhátturin verður kannaður

Seinasta orðið er eftir øllum at døma ikki sagt um umsitingarháttin í Fiskimálaráðnum í sambandi við samanlegging av veiðuloyvum. Í næstum verður sjálvur umsitingarhátturin tikin upp í Landsstýrismálanevndini, lovar Heini O. Heinesen.

Landsstýrismálanevndin fer í næstum at hyggja nærri at fleiri av teimum veiðuloyvunum, sum vórðu givin eftir sama leisti sum nógv umtalaða tilsøgnin um veiðiloyvi hjá Jógvan S. Tað sigur formaðurin í nevndini, Heini O. Heinesen.
- Um vit fara undir veruligar kanningar av øllum málunum ella vit velja nøkur einstøk mál út fyri at kanna umsitingarligu mannagongdina, dugi eg ikki at siga enn, tí tað veldst um, hvat landsstýrismálanevndin kann semjast um, men í øllum førum taka vit tað upp, sigur Heini O. Heinesen.
Í niðurstøðu í frágreiðing síni til Fiskimálaráðið um Jógvan S málið, sigur Halgir Winther Poulsen, advokatur, at tað er grovt brot á rættartrygdina at taka aftur tilsøgnina um veiðiloyvi hjá Jógvan S, um onnur veiðiloyvi, givin á líknandi hátt, ikki fáa somu lagnu.
Og hóast Heini O. Heinesen beinanvegin gav til kennar sína greiðu meining ímóti, at Fiskimálaráðið bað løgfrøðingar meta um málið, er hann ikki ósamdur við Halgir Winther Poulsen um at tað er skeivt at velja bara eitt mál burturúr rúgvuni.
 
Ætlað frá byrjan
Heini O. Heinesen kundi sjálvur hugsað sær, at málið varð kannað meira breitt frá byrjan, men hesum var ikki meiriluti fyri í nevndini.
- Eg var av teirri fatan, at tað var betri at kanna málið breitt, men ein meiriluti í nevndini (hinir báðir nevndarlimirnir Kaj Leo Johannesen og Jákup Mikkelsen, blaðm.) valdi at viðgera bert hetta einstaka málið við atliti til sjálva kæruna frá felagnum Línuskip, og hesum mátti eg boyggja meg fyri, sigur formaðurin í landsstýrismálanevndini.
Hetta hendi á fundi hjá landsstýrismálanevndini 26. mars í ár, eftir at nevndin fyri aðru ferð hevði fingið ummælið fiskimálaráðharrans av kæruni.
 
Tekur ár
Kaj Leo Johannesen, limur í landsstýrismálanevndini sigur, at skuldi nevndin farið undir at kanna øll tey mongu 32 málini afturat um veiðiloyvi givin á sama skeiva grundarlagi sum tilsøgnin um Jógvan S veiðiloyvi bygdi á, hevði arbeiðið ikki tikið mánaðir, men ár. Kaj Leo vil ikki gera beinleiðis viðmerkingar til hvørja støðu hann hevur til at taka sjálvan umsitingarháttin í Fiskimálaráðnum upp til viðgerðar, nú tá Jógvan S málið er avgreitt, men vísir til at landsstýrismálanevndin hevur skyldu til at taka allar kærur upp.
Velur landsstýrismálanevndin at fara undir veruligar kanningar av umsitingarligu mannagongdunum á Fiskimálaráðnum í sambandi við samanlegging av veiðuloyvum, so kann tað sambært Heina O. Heinesen gerast á ein skjótari hátt enn Jógvan S kanningin.
- Man kann hugsa sær at vit heldur enn at fara undir drúgt brævaskifti velja at taka fundir við teir innblandaðu partarnar. Slíkt kann ofta loysast skjótari við fundum enn við brævaskifti, sigur Heini O. Heinesen.