Umskipað B36 móti oddinum

Mikkjal Thomassen er ikki við hjá B36, tá EB/Streymur skal royna at seta sambiðlarnar til viks í oddastríðnum

Fótbóltur

EB/Streymur hevur havt fulla ferð á higar til hetta kappingarárið. Fýra dystir hava givið fulla úrtøku, og tað hevur longu ført liðið til ein tryggan oddasess í deildini.
Eitt av liðunum, sum undan kappingarárinum varð roknað upp í oddin saman við EB/Streymi, er B36. Eftir fýra umfør er munurin millum liðini fimm stig, og tann munin vilja teir á heimaliðnum fegnir økja upp í átta sunnudagin.

Eingin Rafal
Tað verður tó uttan Rafal Kwiecinski á kantinum, at EB/Streymur skal gera hesa royndina. Pólverjin fór út við skaða í dystinum móti B71, og eingin ivi tykist vera um, at hann noyðist at verða áskoðari hesaferð.
Heldur ikki John Heri Dam er tøkur. Hann fekk reytt kort á Sandi.
Hjá B36 er greitt, at tveir av royndastu spælarunum ikki verða á liðnum. Mikkjal Thomassen er burturstaddur í arbeiðsørindum, og Allan Mørkøre er ikki tøkur aftur fyribils eftir skaðan, sum hann fekk móti HB fyri viku síðani.
Tað merkir helst, at Hanus Thorleifsson byrjar í høgra miðvallarborði, og at Klæmint Matras verður fluttur upp á miðvøllin, meðan Ovi Nysted kemur inn í B36-verjuna.