Tá skrúvað var niður fyri ársins lýsingarátaki á midnátt 1. juli, fór Lestrarskrivstovan á Setrinum at telja saman, hvussu nógvar umsóknir vóru innkomnar.
Úrslitið er, at 345 hava søkt um bachelorpláss, 77 um masterpláss, og fimm hava søkt um útbúgvingarpláss á hjánámi. Tilsamans komu 427 umsóknir inn, samanborið við tilsamans 383 í fjør.
##med2##
Sum sæst á talvuni, so er ikki heilt snórabeint at samanbera ár fyri ár, tí nakrar av útbúgvingunum verða bara bodnar út annaðhvørt ár og onkur triðjahvørt, umframt at nýggjar útbúgvingar eisini órógva samanberingina.
Tó kann sigast, at samlaða umsøkjaratalið hevur ikki verið so stórt síðani 2021, tá 456 søktu um lestrarpláss á Setrinum. Í 2021 gekk koronusjúkan, og hon hevur helst eisini ávirkað umsøkjaratalið tað árið.
Miðalaldurin á umsøkjarunum er í ár farin niður um tey 30. Hann var 30,2 ár í 2025 og er nú 29,5 ár. Miðaldurin er nú 26, sum merkir, at onnur helvtin er yngri enn 26 ár, og hin yvir 26 ár.
Kynsbýtið á umsøkjarunum er líka so skeivt, sum tað var í fjør: 68 prosent kvinnur og 32 prosent menn. Á leið sama skeiva kynsbýti er á mongum universitetum uttanlands.
Lestrarskrivstovan viðger nú umsóknirnar, og fríggjadagin fáa umsøkjarar svar. Tey, sum fáa lestrarpláss í boði, skulu svara, um tey taka av ella ikki áðrenn 1. august. Eftir tað verður lýst við tøkum lestrarplássum á teimum útbúgvingum, sum ikki eru fult teknaðar.











