Í løtuni bendir alt á, at fíggjarnevndin seinni í dag letur Hans Paula Strøm, landsstýrismanni í almannamálum, fíggjarskjalið, sum heimilar honum at brúka tvær milliónir afturat uppá umsorganararbeiðið til tey eldru. Hetta er tó framvegis ikki nokk til, at øll tiltøkini kunnu halda fram, sum fyrr. Seinni í dag fer Almannastovan at koma við einum tilmæli um, hvussu peningurin skal raðfestast.
Óvæntaður tørvur
Í hesum sambandi hevur landsstýrismaðurin heitt á Almannastovuna um at tryggja, at mattænastan kann halda fram. Eisini verður lagt upp til, at tiltøk, sum eru bygd upp yvir longri tíð, ikki detta niðurfyri aftur. Hetta merkir so, at summi av nýggjastu tiltøkunum innan umsorganararbeiðið verða raðfest lægri og møguliga ikki kunnu halda fram.
Men hvussu tað ber til, at landsstýrismaðurin ikki frammanundan hevur sæð, at peningur kom at vanta á økinum?
- Ongin kundi vænta eina so ógvusliga øking í umsóknum um pening til umsorgan til tey eldru.
Hetta hevur onki við tað at gera, at tað verða alsamt fleiri eldri borgarar. Hetta vita vit sjálvandi, og tí er játtanin til eldraøkið sum heild eisini økt sera nógv seinastu árini. Umsorganararbeiði er ein helt onnur játtan, har vit fyri fyrstu ferð síðsta ár heittu á stovnar innan umsorganarøkið um at søkja um pengar. At tann tørvurin knappliga var tvær milliónir størri enn tær fimm milliónirnar, sum vóru settar av, hevði ongin ímyndað sær, sigur landsstýrismaðurin.
Taka við læru
Hans Pauli vísir á, at vantandi peningurin til umsorganararbeiði ikki er útrykk fyri sparingar á eldraøkinum sum heild. Heldur er játtanin til edraøkið hækkað støðugt seinastu árini. Í 2004 hækkaði játtanin við 15 milliónum, og á fíggjarlógini komandi ár verður mælt til eina hækking uppá 21 milliónir afturat. Tí er tað skeivt at siga, at tað verður skorið niður á eldraøkinum, sigur landsstýrismaðurin.
Fyri at tryggja, at umsorganararbeiðið ikki verður fyri sama smeiti næsta ár, verður øll umsorganarskipanin gjøgnumgingin av nýggjum í næstum. Sambært landsstýrismanninum er skipanin sett saman av nógvum ymiskum tiltøkum, har fleiri lítið og onki hava við hvørt annað at gera. Eitt nú heldur landsstýrismaðurin, at mattænastan eigur at verða løgd undir heimarøktina, so vit fáa eina meir gjøgnumskygda konto, sum burturav snýr seg um umsorgan.
- Tað er ongin ivi um, at tað, sum nú er hent við játtani til umsorganararbeiðið, fær avleiðingar fyri uppleggið komandi ár, so vit ikki aftur standa við eini ov lítari játtan. Vit kunnu læra av tí, sum er hent uppá fleiri mátar, sigur Hans Pauli og sipar til, tað til dømis eigur at verða hugt uppá, um ikki onkur av tiltøkunum innan umsorgan kunnu samskipast betur, so peningurin røkkur longur.
Sólskinssøga
Hans Pauli Strøm leggur afturat, at hóast fíggjarliga støðan innan umsorganararbeiðið beint nú er alt annað enn heppin, er hon í veruleikanum ein sólskinssøga.
- Tørvurin á pengum til dagtilhald og onnur tiltøk fyri eldri ber boð hug og orku at vera virkin, eisini á ellisárum. Hetta taki eg sum eitt tekin um, at ein stórur partur av okkara eldru liva eitt betri lív, enn fyrr, og tað er avgjørt at fegnast um, sigur landsstýrismaðurin.