FYRIBYRGING
Jón Brian Hvidtfeldt
Børn í vanda. Soleiðis nevnist nýggja fyribyrgingarátakið hjá Bláa Krossi í Føroyum. Átakið skal í fyrstu atløgu vara í trý ár, og ein verkætlanarleiðari er settur fulla tíð at tryggja, at boðskapurin røkkur út til málbólkin, sum snøgt sagt eru øll, sum á ein hvønn hátt hava ábyrgd av barninum.
- Blái Krossur hevur við hesum átakinum valt at ganga nýggjar leiðir. Vit hava hugt at einum líknandi átaki, sum norski Blái Krossur hevur framt seinastu 11 árini, og síðan hava vit lagað tað til føroysk viðurskifti, sigur Tórhild Bjarkhamar, sum Blái Krossur hevur sett í starv at taka sær av verkætlanini. Tórhild Bjarkhamar er útbúgvin lærari og hevur starvast sum lærari í 11 ár.
- Endamálið er, at barnið skal verjast móti rúsdrekka. Vit ynskja at røkka út til skúlar, stovnar, frítíðarfeløg, kirkjur og samkomur og ikki minst til heilsuverkið, sigur Tórhild Bjarkhamar. Hon leggur afturat, at royndirnar vísa, at umsorganin fyri barninum minkar, tá rúsdrekkanýtslan hjá foreldrunum veksur. Tí hevur Blái Krossur valt at málbólkurin eisini skal fevna um tey, sum eru ávegis at gerast foreldur.
- Foreldur eiga at tosa um og seta spurningin um rúsdrekka á dagsskránna og seta sær nøkur mál, longu áðrenn tey gerast foreldur, tí tað er nógv lættari enn at royna at tosa børnini frá at drekka, tá børnini eru hálvvaksin og sjálvi gera sær sínar royndir við rúsdrekka, sigur Tórhild Bjarkhamar.
Higartil hevur Blái Krossur gjørt tríggjar faldarar og tveir bóklingar, sum hvør í sínum lagi venda sær til teirra, sum eru um at gerast foreldur, til teirra sum hava smábørn og børn í skúlaaldri.
- Endamálið er ikki at seta peikifingurin á nakran, men í staðin gera fólk varug og ?bevíst? um henda trupulleika, og hvussu tað ávirkar børnini, tá foreldrini drekka. Eisini kunnu faldararnir og bóklingarnir gerast støði undir samrøðum um rúsdrekka og misnýtslu í dagstovnum og skúlum, vísir Tórhild Bjarkhamar á. Eisini kundi hon hugsað sær, at teir verða nýttir innan heilsuverkið, eitt nú tá starvsfólk har skulu vegleiða og ráðgeva verandi og komandi foreldrum.
Í Norra hevur ein líknandi fyribyrgingarætlan verið í gongd í 11 ár. Blái Krossur í Føroyum hevur leitað sær ráð haðani, og eisini byggir føroyska tilfarið á norsku royndirnar. Í næstum skal meira tilfar gerast, og eisini fer Blái Krossur at hava kunnandi fundir við millum annað kommunur, stovnar og sjúkrasystraskúlan, so tilfarið ikki bara endar á onkrari hill, uttan at málbólkurin verður rokkin. Seinni ætlar Blái Krossur at fara undir skeiðsvirksemi fyri viðkomandi persónar og stovnar, sum skulu nýta tilfarið.
Tørv á stuðli
Fyribyrgingarátakið hjá Bláa Krossi skal í fyrstu atløgu vara í trý ár. 1.november í fjør varð Tórhild Bjarkhamar sett í fulltíðarstarv sum leiðari fyri verkætlanini. Men starvið er fyribils sett í óavmarkaða tíð, tí fíggjarliga grundarlagið undir verkætlanini, tey trý árini hon skal vara, er ikki fingið upp á pláss enn.
Átakið hjá Bláa Krossi kostar 1,36 milliónir krónur, nøkunlunda javnt býtt yvir trý ár. Ásbjørn Jacobsen, aðalskrivari í Bláa Krossi væntar, at tey sjálvi megna at fíggja umleið ein fjórðing av kostnaðinum, meðan tørvur helst verður á stuðli til restina. Ásbjørn Jacobsen væntar og vónar, at tað almenna, kommunurnar og sponsorar fara at stuðla átakinum. Hann metir, at hesi áttu at havt ein áhuga í at stuðla einum tílíkum tiltaki, sum hevur til endamáls at fyribyrgja misnýtslu av rúsdrekka.