Umstríddi leiðarin sagt upp

Deildarleiðarin á Heilsuskúla Føroya, Susanne Høgh Olesen, hevur sagt seg úr starvi. Hetta hendir eftir, at allir sjúkrarøktarlærararnir hava verið sjúkrameldaðir í fleiri vikur, og eftir at fýra fakfeløg – eisini fakfelagið hjá leiðaranum – í seinastu viku løgdu dent á at støðan mátti loysast beinanvegin

Sosialurin vísti í seinastu viku á, at sjey av ellivu lærarum á Heilsuskúlanum vóru sjúkrameldaðir, tí samstarvið við deildarleiðaran var ótolandi. Fakfeløg hjá bæði næmingum og lærarum vístu í yvirlýsing á teirra ónøgd við, at Mentamálaráðið ikki tók trupulleikan í álvara, og forkvinnan í Heilsuhjálparafelagnum, sum hevur flest næmingar á skúlanum, staðfesti, at um støðan ikki varð loyst beinanvegin, lógu tvær útbúgvingar í skeljasori.

Eisini felagið hjá leiðaranum, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, mælti til, at deildarleiðarin varð koyrd úr starvi. Hetta var gjørt, tí heilsustøðan hjá teim fýra lærarunum, sum vóru limir í sjúkrarøktarfrøðifelagnum, var so vánaligt, at felagið fyrst og fremst mátti royna at hjálpa teimum.

Fríggjadagin setti Bill Justinussen, løgtingsmaður, fleiri skrivligar fyrispurningar um Heilsuskúlan til landsstýrismannin í mentamálum. Men sama dag valdi leiðarin, Susanne Høgh Olesen, at siga seg úr starvi. Hetta hendi í samráð við rektaran á Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya, sum er setanarmyndugleiki hjá deildarleiðaranum í Suðuroy.

Samstundis er avtalað, at Susanne Høgh Olesen skal halda fram sum ráðgevi, í tann mun nýggi deildarleiðarin á skúlanum hevur tørv á tí, hetta til 1. august næsta ár.

Susanne Høgh Olesen leggur í fráboðan síni um uppsøgnina dent á, at orsøkin til, at hon hevur gjørt hesa avtalu, er hennara ørkymlan fyri næmingunum og útbúgving teirra. Kann henda avtala hennara við Mentamálaráðið um uppsøgn og ráðgevarafunktión fáa undirvísingina í rættlag, vil hon royna tað, sigur Susanne Høgh Olesen.

Sosialurin hevur roynt at fingið eina viðmerking frá rektaranum, Súsannu Mortensen, men hon sat á fundi og hevði ikki tíð at úttala seg áðrenn evstamark í dag.