Joseph »Sepp« Blatter er ein umstríddur maður, sum mangan hevur fingið øði í fótbóltsheimin. Hann kemur úr Sveis og er í dag 76 ára gamal. Hann hevur verið FIFA forseti síðani 1998, men hevur boðað frá, at hetta er tað seinsta valskeið.
Í gjár lendi maðurin, sum stendur á odda fyri altjóða fótbóltssamgonguni í Føroyum. Hetta er aðru ferð, at Sepp Blatter er ávegis til Føroyar. Fyrra royndin miseydnaðist, tí hóast FIFA hevur ræðið á nógvum, so hava teir ikki ræðið á føroyska veðrinum, Sostatt mátti Sepp Blatter og hansara fylgi venda nøsuni heimaftur.
Koppaði Lennard Johansson
Í 23 ár arbeiðir Sepp Blatter seg upp í FIFA samgonguni. Í 1998 bjóðar hann UEFA forsetanum, svenska Lennard Johansson, av í forsetastríðnum. Joao Havelange, sum hevur verið oddamaður í altjóða samgonguni í eina fjórðingsøld, leggur frá sær.
Leingi er líkt til, at tann væl dámdi Lennard Johansson fer at vinna valið við einum greiðum meiriluta, men brádliga hálsa fleiri um og geva sín stuðul til Sepp Blatter.
Í bókini »How They Stole the Game«, skrivar David Yallop um mutur í samband við valið í 1998. Hann vísur millum annað á, at ein millión dollarar úr Miðeystri vóru deildar út til tey ymisku, ið skuldu velja.
Hann prógvar ongantíð, at Sepp Blatter visti av hesum, men vísur á, at tað helst er onkur, sum hevur áhuga í at Sepp Blatter vinnur valið, sum hevur goldið pengarnar.
Sepp Blatter royndi í síni tíð at fáa steðgað bókini, sum millum annað var bannað í heimlandinum Sveis. Lennard Johansson ynskti at tað bleiv gjørd ein kanning, men tað bleiv av ongum.
ISL og fíggjarligt svik
FIFA og fyritøkan ISL vóru tætt knýtt í fleiri ár. ISL stóð millum annað fyri at selja sjónvarpsrættindini til HM kappingarnar. Men í 2001 fer fyritøkan á heysin við stórum halli.
Síðani er komið fram, at fyritøkan í fleiri førum hevur goldið pengar til limir í FIFA og fyritøkur teirra. Í einum føri er talan um næstan 80 milliónir krónur, sum ein høgtstandandi maður í FIFA hevur fingið goldið á ólógligan hátt. Ein av teimum, sum skal hava fingið ein bita av kakuni er Joao Havelange.
Kendi bretski tíðindamaðurin, Andrew Jennings, hevur í longri tíð gravað í søguni hjá ISL og sambandið við FIFA. Í novembur mánaði 2010 var dokumentarurin hjá honum »FIFA’s Dirty Secrets« vísur á BBC Panorama. Her vísur hann á skjøl, sum vísa at ISL hevur flutt til pengar til fleiri høgtstandandi limir í FIFA.
Rætturin í Sveis fríkendi Sepp Blatter, meðan ein innanhýsis kanning av støðuni var steðgað. Í apríl mánaði í ár staðfesti »The Council of Europe«, at Sepp Blatter sannlíkt visti av mutrinum, tí talan var um so stórar nøgdir.
Katar og HM 2022
Til forsetavalið í 2011 var Sepp Blatter afturvaldur við 186 atkvøðum av 203 møguligum. Einki mótvalevni var og tí vildu fleiri hava Sepp Blatter at útseta valið. Mohammed Bin Hammam stillaði upp í móti sitandi forsetanum, men valdi stutt fyri valið at leggja kongin í samband við at hann saman við varaforsetanum í FIFA, Jack Warner, var skuldsettur fyri at royna at keypa atkvøður.
Mohammed Bin Hammam stendur fast við, at Sepp Blatter visti um mutur, men valdi einki at siga.
Sami Mohammed Bin Hammam, sum sjálvur er úr Katar, stóð á odda fyri boðnum hjá Katar upp á HM endaspælið í 2022. Tað gekk væl, tí tá samanumkom skumpaði Katar lond sum USA, Suðurkorea, Japan og Avstralia til viks og vann atkvøðugreiðsluna. Hetta hóast landið er lítið, hevur bara 1,8 millión íbúgvar og hitin liggur um hálvthundrað hitastig um summari, umframt at allir leikvøllirnir mugu byggjast og skulu eftir endaspælið takast niðuraftur.
Hvat segði tú?
Tað er ikki lætt at skula umboða allan heimin og samstundis hava nakrar meiningar, uttan at traðka onkran yvir føturnar. Tað hevur Sepp Blatter fleiri ferðir gjørt.
Í 2004 helt hann fyri, at kvinnur skuldu spæla í strømmum og styttri brókum, sum verður gjørt í flogbólti. Hetta fekk øði í grindina, sum ikki vildi hoyra talan um slíkt prát.
Men tað vóru ikki øll, ið fóru so hartorðaði mótvegis hugskotinum, men vístu á nøkur ting. Táverandi venjarin hjá Fulham, Marieanne Spacey, segði at tær fyri tíggju árum síðani spældu í strømmum brókum, men at áhugi heldur ikki var fyri teimum tá. Norski leikarin, Lise Klaveness, helt fyri, at um fólk vildu síggja lættklæddar modellir, so kundu tey bara keypa eitt Playboy blað.
Tað fekk eisini øði í grindina, tá hann helt fyri, at leikarar bara skuldu taka í hondina á hvørjum øðrum eftir hvønn dyst og gloyma hvat var hent á vøllinum. Hetta var í samband við ein spurning um rasistiskan málburð.
Í Katar er ikki loyvt samkyndum at verða saman. Hann helt tí fyri, at samkynd sum fóru til HM endaspælið í 2022 í Katar skulu bara lata verða við at verða saman, meðan tey vóru har.
Hann hevur í longri tíð verið ímóti máltøkni, men hann broytti meining eftir dystin millum Týskland og Ongland í HM 2010, tá skotið hjá Frank Lampard fór í tvørstongina og nakað væl inn um málstrikuna, men bleiv ikki góðkent.
Blatter skal handa Tórsvøll
Í dag skal Sepp Blatter vitja í Tinganesi, har hann er bjóðaður til morgunmat hjá Kaj Leo Johannesen løgmanni. Síðani verður farið niðan á Tórsvøll, har FIFA forsetin skal handa Tórsvøll og festa eina plátu, sum prógv fyri at FIFA hevur stuðlað verkætlanini við tjóðarleikvøllinum.