Fyri nøkrum døgum fekk Háskúlin í Havn eina gávu upp á 400.000 krónur frá Ungmannafelagnum Merkinum, sum hevur ligið í dvala í eina hálva øld, men sum nú er niðurlagt.
Endamálið við felagnum var annars at fáa føroyska flaggið, og føroyska málið, viðurkent og felagið áttu 400.000 krónur og nú tað er niðurlagt, varð samtykt at av at lata Háskúlanum ognirnar.
Peningurin er markaður til at umvæla næmingadeildina fyri. Og tað er harðliga tiltrongt, tí Háskúlin vísir á, at onki er gjørt við dreingjadeildina og gentudeildina í eini 20-30 ár, og umstøðurnar eru sera ótíðarhóskandi.
Landsverk hevur mett, at umvælingarnar fara at kosta slakar eina millión og 650.000 krónur og eftir reglunum, skal skúlin sjálvur fíggja 30 prosent av slíkum umvælingum.
Nú Háskúlin hevur fingið 400.000 krónur, hevur hann samstundis fingið tilsøgn frá peningastovni um at lána góðar 92.000 krónur. Sostatt klárar skúlin at fíggja síni 30 prosentini av tí umvælingin kostar.
Og nú »vilja vit innarliga heita á Fíggjarnevnd Løgtingsins um at raðfesta eina ógvuliga átroðkandi umvæling« skrivar skúlin í eini umbøn til fíggjarnevndina hjá Løgtinginum, nú fíggjarlógin fyri næsta ár, er til viðgerar.
Sostatt er parturin, tað almenna skal játta av eini slíkari ætlan, slakar ein millión og 160.000 krónur.