Undan HM: Martin Ødegaard tryggjaði Noreg javnleik

Kroatia vann tepran sigur í grannauppgerð

Mynd: Ritzau Scanpix

Sunnukvøldið leiktu eisini nøkur HM-aktuel lið venjingardystir. 

 

Í New Jersey tryggjaði Martin Ødegaard javnleik 1-1 móti Marokko, ið var nummar fýra í HM-endaspælinum í Katar í 2022.

 

Við sigursmáli í yvirtíðini knógvaði Kroatia ein 2-1 sigur á Slovenia, og Ekvador vann greiðan sigur á Guatemala.

 

Marokko-Noreg 1-1 (1-0)

 

1-0 Ibrahmin Diaz (`8)

 

1-1 Martin Ødegaard (`75)

 

Kroatia-Slovenia 2-1 (0-0)

 

1-0 Luka Modric (´51)

 

1-1 Andraz Sporar (´83)

 

2-1 Mario Pasalic (´90+)

 

Ekvador-Guatemala 3-0 (1-0) 

 

1-0 Jordy Caicedo, br. (´19)

 

2-0 Nilson Angula (´73)

 

3-0 Pervis Estupinan (´78)

 

Mynd: Ritzau Scanpix