Gunn Hernes hevur verið stjóri í Norðurlandahúsinum síðani 2018

Takk fyri álitið, og takk fyri lán

Aftan á átta ár sum stjóri í Norðurlandahúsinum er áramálið hjá Gunn Hernes runnið, og skjótt letur hon stafettina víðari.

Gunn Hernes hevur verið stjóri í Norðurlandahúsinum síðani 2018

Øll er vælkomin til fráfaringarmóttøku 12. juni kl. 16.

Nógv er hent, síðan norska Gunn Hernes flutti til Føroya fyri at standa á odda fyri Norðurlandahúsinum. Tá ið hon kom í mai 2018, kendi hon hvørki staðið ella fólkini.

– Åtte år senere er dette blitt mitt hjem, med samboer, familie, høner og hage, sigur Gunn Hernes.

Hetta tíðarskeiðið hevur hon stýrt einum stovni við umleið 300 tiltøkum um árið og einari fjølbroyttari norðurlendskari og lokalari mentanarskrá.

– Det som skaper et levende kulturhus er samarbeidspartnere med idéer, kunstnere som tar risiko, ansatte som strekker seg langt, og publikum og gjester som møter opp – igjen og igjen.

Tíðin sum stjóri hevur verið merkt av bæði broytingum og avbjóðingum, herímillum einari alheimsfarsótt, inflatión, niðurskurði í fíggjarætlanini og kritikki.

– Det har til tider vært tøft. Samtidig har det styrket arbeidet vårt. Vi har holdt fast ved retningen og fortsatt å utvikle huset, også gjennom det som ikke alltid synes i programmet: nettverk, struktur, effektivisering og digitalisering.

Fyri Gunn Hernes er Norðurlandahúsið eitt ítøkiligt dømi um norðurlendskt samstarv og ambitiónir fyri eini burðardygg og integrerað Norðurlond.

– I en tid med krig, klimakrise og økende polarisering ser vi hvor viktige slike institusjoner er. De holder oss sammen når mye trekker oss fra hverandre. Samtidig gir kunsten nye perspektiver og en dypere forståelse av oss selv og verden rundt oss.

Nú áramálið rennur út, letur hon eftirmanninum stjórasessin.

– Norðurlandahúsið skal være i bevegelse og utvikle seg sammen med det samfunnet, det er en del av. Jeg opplever et hus med retning, relevans og tillit – både lokalt og nordisk. Det er jeg stolt av å gi videre. Takk for tilliten, og takk for lånet, sigur Gunn Hernes.

Eftirmaðurin hjá Gunn, Peter Tulinius Krarup, tekur við starvinum sum stjóri 1. september.

Norðurlandahúsið bjóðar inn til fráfaringarmóttøku fyri Gunn Hernes 12. juni kl. 16.00. Øll eru vælkomin.

 

Gunn Hernes hevur verið stjóri í Norðurlandahúsinum síðani 2018