Tíðindaskriv:
Hvønn týdning hevur frælsi at trúgva í okkara samfelag, og fyri okkum sum menniskju?
Hesar spurningar roynir Amnesty International Føroyar at lýsa í Perluni hóskvøldið 11. juni klokkan 19.
At trúgva tí, sum vit vilja, er ein mannarættur staðfestur í okkara grundlóg og í altjóða mannarættindasáttmálum, sum Føroyar hava bundið seg at fylgja.
Nógv verður kjakast og sagt um trúgv í løtuni í føroyska samfelagnum. Tónin er merktur av sterkum meiningum, ótta og polarisering. Tí halda vit, at tørvur er á eini samrøðu um hvat trúgv hevur at siga fyri okkum persónliga, men eisini hvat tað hevur at siga fyri okkara samfelag, tá umræður demokratiska húgsjón, persónliga frælsi og mannarættindi.
SKRÁ:
- Shakeel Jamil, næstforfólk í Amnesty Føroyar
Bjóðar vælkomin og greiðir frá um mannarættindi og trúarfrælsi
- Sigri M. Gaïni, Ph.d., námslektari í vísindaástøði, lívsáskoðan og siðalæru
– Er nakað fólkaræði uttan trúarfrælsi?
- Pateh Bah, Heri W. Danielsen og Gwendolyn Blaga Philbrow
– Sofaprát um hvønn týdning og leiklut persónliga trúgv teirra hevur. Óluvá Zacariassen er orðstýrari.
Vit mugu í felag arbeiða fyri, at Føroyar verða eitt samfelag við virðing fyri rættindum, frælsi og virði hjá okkum øllum, sum búgva her. Eisini tá talan er um bólkar, ið á onkrar mátar skilja seg út. Tá ið rættindi ikki eru galdandi fyri øll, eru vit øll í vanda fyri at missa rættindi.
– Tí gleða vit okkum at síggja nógv tykkara til tiltakið í Perluni 11. Juni, har vit vónandi kunnu savnast í ymiskleika, og í felag læra meir um trúgv, mannarættindi og fólkaræði.
– Tað er arbeiðsbólkurin um trúðarfrælsi, mannaður av sjálvbodnum eldsálum, sum hevur lagt tiltakið til rættis. Á tiltakinum greiða vit frá um arbeiðsbólkin, og hvussu tú kanst gerast partur av honum, skrivar Amnesty International Føroyar í tíðindaskrivi.










