Klaga móti Bárði av Steig Nielsen víst aftur

Landsstyrismálanevndin heldur ikki, at landsstýrismaðurin hevur givið tinginum skeivar upplýsingar í máli um sjófeingislógina

Landsstýrismálanevndin fer ikki at gera meira við klaguna, sum varð latin inn móti landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Bárði á Steig Nielsen. Tað skrivar Kringvarpið.

Klagan snúði seg um, at nøkur fylgiskjøl ikki vóru latin Løgtinginum í sambandi við viðgerðina av einum máli um sjófeingislógina. Tað var Óli Jacobsen á Argjum, sum klagaði um embætisførsluna hjá landsstýrismanninum.

Men eftir at hava viðgjørt málið er Landsstýrismálanevndin komin til ta niðurstøðu, at tað hvørki var tilætlað ella av grovum ósketni, at fylgiskjølini ikki vórðu latin tinginum.

Tvørturímóti metir nevndin, at tingfólk vóru kunnug við bæði fylgiskjølini og innihaldið í teimum.

– Tingið hevur ikki kunnað verið óvitandi um hetta, sigur landsstýrismálanevndin í sínari niðurstøðu.

Tí verður málið nú lagt til viks, og nevndin fer ikki at taka fleiri stig í sambandi við klaguna.