Serliga øtist eg um endurtakandi undanførðslurnar gjøgnum alla samrøðuna, um støðu Føroya til áhaldandi og versnandi ræðuligu illgerðirnar, sum Ísrael fremur í Gaza.
”Ísrael hevur rætt at verja seg”
Sirið Stenberg byrjaði samrøðuna við at siga, at ”Ísrael hevur rætt at verja seg.” Hetta er ein orðing, ið flestastaðni verður brúkt sum bøtuflaki fyri ikki at finnast at Ísraelska útruddingarkrígnum, ið gongur fyri seg í løtuni. ONKI land tekur ikki undir við, at Ísrael eins og øll onnur lond hevur rætt til at verja seg. Men tað er ikki tað sum hendur í Gaza nú. Ísrael er langt síðani farið langt út um øll mørk, ið hava nakað sum helst við verju at gera. Ísrael er farið frá at verja seg móti einum fíggindaligum yvirgangsfelagsskapi til miðvíst at útrudda eitt heilt fólk.
Støða Føroya til Hamas er greið og hevur fulla undirtøku, tá løgmaður longu dagin eftir terrorálopið og gíslatøkuna kom út við eini treytaleysari fordøming av atsóknini. Men tað rættvísger ikki støðuloysið til eftirfylgandi ísraelska terrorkríggið móti sivila palestinska fólkinum í Gaza.
”Støðan hjá Føroyum er tann sama sum hjá okkara grannalondum”
Landsstýriskvinnan ger greitt ferð eftir ferð, at okkara støða er tann sama sum hjá okkara grannalondum. Eg fati hetta sum at tað skal vera ein umbering fyri, at Føroyar ikki taka støðu og ikki finnast at Ísrael. Men hetta hongur ikki saman, tí meðann vit IKKI hava tikið støðu móti ómenniskjasligu krígsførsluni, hava okkara grannalond nettupp talað at. Flestu grannalond okkara hava harðliga átalað og fordømt ísraelska útruddingarkríggið!
7. mai kom íslendska stjórnin saman við úttanríkismálaráðharrunum í Noregi, Írlandi, Spania, Luxemburg og Slokavia við eini felags útsøgn. Her biðja tey Ísrael um at steðga álopunum í Gaza, at loyva neyðhjálp fram alt fyri eitt, og vísa á, at tvingsilsflyting av palestinska fólkinum als ikki kann góðtakast. Samstundis fordøma tey økingina í ólógligu búsetingunum, harðskapinum og ísraelsku hernaðarligu atsóknunum á Vestara Áarbakka og í Eystur Jerusalem.,
20. mai kom bretski uttanríkisráharrin við greiðari útmelding í parlamentinum um ísraelsku, etnisku týningina í Gaza, har hann m.a. segði: ”Vit mugu kalla hetta tað sum tað er. Tað er ekstremisma. Tað er vandamikið. Tað er andstyggiligt. Tað er avskræmiligt. Og eg fordømi tað við teim sterkastu orðunum sum til ber.”
Sjálvt Týskland, ið man vera ein tann trúgvasti stuðul Ísraels, hevur hvest orðalagið í sínum atfinningum at ísraelsku kríggsførsluni í Gaza, tá týski uttanríkisráðharrin Johann Wadephul á útvarpaðum europafundi t. 27. mai ikki legði fingrarnar ímillum í kritikkinum, sum hann segði fór at blíva nógv sterkari, sohvørt Ísrael bara herdi um hernaðarligu átøkini.
Eisini danski uttanríkisráðharrin Løkke Rasmussen tekur frástøðu frá ísraelska Gaza-politikkinum. ”Eg eri forfardur”, sigur hann í DR tann 13. mai. ”Ísraelska álopskríggið og ætlaninar um tvingsilsflytingar av Gazabúgvum stríðir móti øllum lógum og tað taka vit fulla frástøðu frá.”
So at Føroyar bara gera sum okkara grannalond, sum S.S. sigur, er ikki rætt. Tað er undanførslur.
”Man skal virða altjóða lóg”
Sirið Stenberg sigur eisini, at ”Landsstýrið heldur seg til, at man skal virða altjóða lóg, tryggja at sivilfólk ikki líða, at neyðhjálp sleppur fram og at undirstøðukervið verður varðveitt.” Kortini heldur landsstýrið seg ikki hava grundarlag fyri at finnast at ella fordøma Ísrael. Hóast Ísraelska utruddingarkríggið hevur dripið yvir hálvtrýsstúsund sivilfólk, harav eini tjúgutúsund børn. Brúkar hungur sum vápn, hevur stongt fyri allari neyðhjálp, fyri mati, vatni, heilivági og øllum neyðsynjarvørum. Og pulveriserað alt undirstøðukervi, allar bygningar, hús, skúlar og sjúkrahús. Men ”landsstýrið heldur seg til at man skal virða altjóða lóg” – Hetta er hykl. Eisini sigur hon, at heimild ikki er til at seta tiltøk í verk.Men sanniliga hava S.S. og landsstýrið alla hugsandi heimild til at siga sína meining, at finnast at, at átala, at mótmæla, at fordøma kríggsbrotsgerðirnar. Men tað ger landsstýrið ikki.
Heldur sigur Sirið Stenberg, at ”…vit fylgja við, men verður støðan verri, so verður tað ein nýggj støða til at taka… Og verða tingini enn verri , og stendur tað við og versnar, so mugu vit sjálvandi taka støðu til tað”.
Hvussu ringt skal tað blíva og hvussu nógv prógv skulu finnast?
Hvussu langt kann Ísrael fara, varð spurt. Og Sirið svarar: ”Onki land kann fara longur enn tað sum altjóða lóg sigur… Hviss man heilt greitt kann vísa á, at allar lógir verða brotnar”, sigur Sirið, ”so hevur man eina aðra støðu, eisini í mun til okkara sendistovu, Men vit eru ikki har í dag”.
Fyri einum árið síðan varð tó aftur staðfest, at herðsetingin hjá Ísrael á Vestara Áarbakka, í Eysturjerusalem og Gasa síðan 1967 er ólóglig, og boð vóru givin at taka øll niðursetufólk burtur og geva fólki síni heim aftur, og at enda annekteringina í lóg og verki.
Vit vita, at sambært altjóða lóg hevur mann forpliktilsir sum herðsetingarvald. Tað snýr seg m.a. um, at tryggja mat, skúlagongd og virðilig viðurskifti. Hetta røkir Ísrael opinlýst ikki, tað síggja vit greið prógv um allastaðni. Sambært humanitera fólkarættinum skulu neyðhjálparfólk verjast, journalistar skulu verjast, álop á sivil og sivilan infrastruktur er ólógligt, og áleypandi parturin skal altíð tryggja sær, at sivil ikki verða dripin. Onki av hesum yvirheldur Ísrael, tvørturímóti. Frá Altjóða kriggsbrotsmannadómstólinum eru tí handtøkuboð eftir Nethanyahu eins og eftir leiðara Hamas.
”Tað fyrsta er at hetta er nakað vit taka støðu til í landsstýrinum”, sigur Sirið. ”Tað gera vit út frá tí tilfari vit kunnu fáa um støðuna. Men tað kann eisini vera eitt sindur ringt at finna útav, hvussu hon er”, sigur hon, ”tí tað er trupult at sleppa inn og síggja”.
Hetta sigur Sirið vegna landsstýrið, hóast hvønn einasta dag streyma túsundavís av skjalprógvum til okkara og inn á borðið hjá landsstýrinum um tey ófatiligu brotsverk, sum verða fram í ísraelska krígnum í Gaza, frá Reyða Krossi, Læknum uttan landamørk, Amnesty International, Human Rights Watch, UNICEF, WHO, ICC altjóða krígsbrotsmannadómstólinum, journalistum og tíðindastovum úr øllum heraðshornum og ótali av øðrum keldum. Hetta hóast tað er greitt, at fleiri tíðindafólk hava latið lív í hesum krígnum enn nøkrum øðrum kríggi í nýggjari tíð.
From the River to the Sea
Hetta tykist vera mál Ísraels, og við tí fyri eyga er herur tess í ferð við at rudda alla palestinska tilveru úr Palestina. Frá Jordan ánni til Miðalhavið. Men tíbetur hevur altjóða samfelagið sína greiðu støðu til atferð Ísraels við handtøkuboðunum frá ICC, altjóða kríggsbrotsmannadómstólinum. Um stjórnarleiðari Ísraels, Netanyahu, setti fót sín á land t.d. í Føroyum, hevði hann beinanvegin verið settur fastur av løgregluni fyri at vera førdur til dóms yvir kríggsbrotsverk og brotsverk móti mannaættini. Tí altjóða lóg og rættur skal jú virðast, sum landsstýrið sigur. Tí er tað, at koma við undanførslum heldur enn at fordøma atgerðirnar hjá Írsael í Gaza, onki minni enn hykl. Mín vón er, at landsstýrið beinanvegin kemur við eini útmelding og talar ítøkiliga at, eins og okkara grannar í eitt nú Íslandi, Noregi, Bretlandi, Írlandi, Danmark, Týsklandi við fleiri.
Hans Pauli Strøm