Marin Katrina Frýdal, Tjóðveldi
býráðslimur í Tórshavnar býráði
forkvinna í teknisku nevnd
---
Vegateinurin undir Borgarhálsi verður nú gjørdur, soleiðis at hann lýkur nútíðar krøv.
Undir Borgarhálsi, eitur vegateinurin á Velbastað, sum er omanfyri gomlu bøgarðarnar og norðanfyri ta gomlu bygdina. Norðast á hesum vegi eru m.a. gamli barnagarðurin og núverandi frískúli (Frískúlin í Havn). Tey fyrstu, sum búsettu seg undir Borgarhálsi, vóru hjúnini Birte og Carl Johan Bech og var hetta í 1968. Carl Johan Bech, sum var farin frá sum landsdjóralækni, hevði saman við Birte gjørt av at flyta úr Havnini til eitt meira friðarligt umhvørvi at njóta ellisárini. Soleiðis vóru tey samstundis tey fyrstu, sum búsettu seg omanfyri bøgarðarnar á Velbastað. Gløgt er gestsins eyga verður tikið til; Carl Johan tók frá fyrsta degi staðarnavnið Borgarhálsur, og undir Borgarhálsi, til sín; ja hann laðaði sær eisini úthús við flagtekju og grúgvu, ið hann kallaði Borgarstova - og soleiðis kom so gøtunavnið “undir Borgarhálsi”.
Undir Borgarhálsi er fyrsta skipaða útstykkingin á Velbastað, ið táverandi Kirkjubøar sóknar kommuna fór undir fyrst í 1980-unum, og útstykkjað varð í fleiri stigum. Áðrenn tað gjørdist vanligt við skipaðum útstykkingum, bygdu fólk nærum har, tey høvdu hug, ella har møguleiki var at keypa sær lendi til eitt grundstykki, og slíkt sum ljós, streym, kloakk, vatn v.m. varð tikið í aðru syftu. Undir Borgarhálsi vórðu fyrstu grundstykkini seld fyri 40 túsund kr., seinni fór prísurin uppá 80 túsund kr. og síðani er hann hækkaður so líðandi.
Vegurin undir Borgarhálsi hevur leingi ligið í hálvum gekki, og í fjørð pjøssaði kommunan nakað uppá hann. Skjótt varð tá greitt, at her skuldi eitt meira umfatandi arbeiði gerast, og harvið meiri peningur, soleiðis at vegurin lýkur øll nútíðar krøv bæði hvat viðvíkur ferðslutrygd, yvirflatuvatni, gongubreyt v.m. Tá, ið so fíggjarætlanin varð løgd í fjør, eydnaðist at fáa hesa íløgu við á íløguætlanina í 2012, soleiðis at vegurin nú kann gerast liðugur í ár.
Gerðisbreyt er annar nýggjur vegur á Velbastað, ið kommunan eisini hevur nýtt stórar íløgur uppá at dagføra. Og annar vegur, sum somuleiðis stendur fyri tørni, er tann elsti vegurin á Velbastað, nevniliga vegurin í gjøgnum bygdina. Hesin treingir harðliga til dagføring, tí vegurin er í sínari tíð ikki gjørdu til annað enn fólk og rossavognar. At fara undir henda vegin verður ein stór avbjóðing, bæði við atliti til at varðveita gamla vegaskapið og dámin, og harvið gomlu bygdina við hennara sereyðkennum, samstundis sum vegurin framyvir skal lúka krøvini, sum ferðsla og trygd seta nú á døgum.
Men nú verður so vegurin undir Borgarhálsi gjørdur; tekniska nevnd samtykti at bjóða arbeiðið út, og lisitatión hevur verið, har 7 arbeiðstakarar lótu boð inn. Tekniska nevnd tók av lægsta boði, ið var frá Sp/f Maskinkoyring, og hesum hava síðani bæði fíggjarnevnd og býráð eisini tikið undir við.
So nú kunnu velbastaðfólk, Bussleiðin við sjaførum, fólk sum hava børn í Frískúlanum o.o. líta fram til ein betri og tryggari veg.