Undirhald um alt

Umframt undirhaldinum frá heppigentunum hjá FCK, so gjørdist talan eisini um ein spennandi og dramatiskan dyst, tá Stjørnan tók ímóti VÍF sunnudagin

Hondbóltur
Jákup Mørk

Hóast talan var um dyst millum tvey av sterkastu kvinnuliðnum í landinum, so mundu tað vera karmarnir kring dystin, sum fingu størstu umrøðuna undan dystinum millum Stjørnuna og VÍF sunnudagin.
Sonevndu Cheer-leaders hjá FCK vóru komnar til landið, og eftir at hava heppað á HB og B36 leikarar á platform, var túrurin komin til Stjørnuna. Og heppikórið megnaði eisini at fáa lagið í KÍ-høllini upp i topp longu undan dystinum. Her er talan annars eisini um nakrar av bestu hondbóltsáskoðarunum í landinum, og tað fingu tey so eisini høvi at prógva, tá dysturin varð blástur ígongd.

Revsaðu mistøkini
Men hóast dyggan stuðul til Stjørnuna, so gjørdist tað VÍF, sum fór avstað við stigunum sunnudagin. Liðið hevði loksins fingið innferðarloyvið hjá teimum báðum nýggju útlendsku leikarunum í rættlag, og hesar vóru avgjørt við til at seta sín dám á dystin. Eisini saman við teimum útlendsku hjá Stjørnuni, sum nú í nógv størri mun megnaðu at vera við í spælinum, enn tær vóru fyri viku síðani á Skála.
Og yvir høvur gekk ógvuliga javnt á. At kalla allan fyrra hálvleik skiftust liðini bæði um at hava leiðsluna, men tá VÍF seinastu løtuna undan steðginum fekk togað seg eitt lítið sindur avstað, tóktist hetta onkursvegna geva heimaliðnum eitt skot fyri bógvin.
Og í seinna hálvleiki megnaðu tær reyðu ongan tíð heilt av álvara at seta seg ígjøgnum. Ofta var tað nær við, og fleiri ferðir varð munurin at kalla togaður inn, men hvørja ferð varð alt arbeiðið so tveitt burtur við óneyðugum mistøkum. Hesi vórðu alla tíðina revsað av einum konstentreraðum VÍF-liði, og so hvørt sum minuttirnir gingu, so tóktist ein útisigur alt meira sannlíkur.
Og talan gjørdist so eisini um nakað av dramatikki, sum ivaleyst avspeglaði týdningin, sum liðini løgdu í dystin. Sostatt mátti Una Olsen gevast við einari eymari nøs, eins og Sóley Mikkelsen fekk onkran ordiligan sendara, men alt í alt var hetta tó ikki nakað, sum fekk vent dystargongdini. Vestmenningarnir hildu alla tíðina fast um leiðsluna, og við sigrinum hava tær fyri fyrst staðfest, at tað eru tær, sum eru avbjóðararnir hjá VB.

Spennandi vikur fyri framman
Og ivaleyst fara næstu fáu umførini at vísa, hvussu stór hóttanin frá VÍF so er. Komandi vikuskifti vitja tær á Strondum, har Stjørnan misti stig fyri viku síðani, og síðani koma tey bæði høvuðsstaðarliðini á vitjan í Vestmanna. Tað skal VB eisini um nakrar vikur, og spurningurin er so, hvørt VÍF til ta tíð hevur spælt nýggju leikararnar nóg væl inn á liðið.
Hjá Stjørnuni tykist eisini greitt, at tað krevur nakað av tíð, áðrenn nýggju leikararnir av álvara eru partar av liðnum. Hesa ferð megnaðu tær so í væl størri mun at vera við í spælinum, og kunnu tær lyfta seg til at gerast eyka kryddið í sterka føroyska bulinum á liðnum, so kann væl vera, at Stjørnan komandi mánaðirnar fer at førka seg fram um triðja plássið, sum liðið í løtuni hevur á stigatalvuni.

Dysturin í tølum
Stjørnan-VÍF 23-26 (11-13)
Málskjúttar
Stjørnan: Katarina Stepanovic 9(2), Annika Ljósstein 6(1), Joan M. Djordjevic 3, Una Olsen 2, Bára S. Klakstein 2, Anna Kristina Samson 1
VÍF: Sóley Mikkelsen 7(1), Irina Rodevici 6, Ioana Rápa 5(1), Nikolina Eyðbjørnsdóttir 5, Fríða Marjunardóttir 2, Finngerð Joensen1
Brotskøst: Stjørnan 4, VÍF 2
Útvísingar: Stjørnan 4, VÍF 6
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Uni Wardum.