Undirhaldið er stórt á Skála

Skála hevur av álvara svarað aftur, eftir at ÍF var frammanfyri við tveimum málum

Tað er sera undirhaldandi á Skála, har tað er oyggjauppgerð millum Skála og ÍF.

Gestirnir løgdu ógvuliga bragdliga fyri, og miðskeiðis í fyrra hálvleiki var ÍF frammanfyri 2-0.

Filip Djordjevic skoraði til 1-0 í 20. minutti, og tríggjar minuttir seinni økti hann um munin til 2-0.

Skála hevði í fyrra hálvleiki væl fleiri royndir ímóti málinum enn ÍF hevði, og tað eydnaðist eftir lítlari løtu at skora tvey mál. Tað fyrra skoraði miðverjin Kristian Martin Jakobsen, eftir at Niels Pauli Danielsen við deyðbólti hevði lagt innfyri. Tað seinna skoraði Andreas Egeberg Jacobsen eftir innlegg frá vongverjanum í vinstru Hjalta Strømsten.