Undirsjóvar-ávaring fyri alt landið!

»Forventningens Glæde«
Tað var við sannføring um, at ein undirsjóvartunnil millum Vágoynna og meginøkið fór at koma innan fá ár, at vit á heysti ´99 fluttu heimaftur av flatlondum eftir lokna útbúgving, og valdu at búseta okkum á heimabeiti í Eysturoynni, sjálvt um hetta bar við sær, at eg varð noyddur at ferðast vestur í Vágarnar til arbeiðis.

Andrew Djurhuus,
Syðrugøta

Vit vitstu, at tað fór at verða trupult eina tíð at ferðast við SAM, og serliga við skeivum arbeiðstíðum, har ikki slapst heim hvørt kvøld, men hetta fór at gerast heilt øðrvísi, tá fasta sambandið kom - ivaðust vit ikki í. Stutt eftir hetta varð endaliga samtykt at fara undir tunnilin, og spenningurin var stórur, tá fyrsta skotið varð latið av! Nú var bara at bíða. Árini gingu skjótt, og fólk fylgdi væl við hvussu gekk við arbeiðinum. Umborð á Ternuni hekk eitt yvirlit, sum vísti hvussu langt var komið við at spreingja seg undir sundið, og har flokkaðust fólk hvønn dag, at vita, um nú nakrir metrar vóru komnir afturat síðani seinast, og um teymarnir báðir ikki skjótt mundu fara at renna saman. Og so kom hol á! Mín sann um ikki teir raktu hvønn annan uppá plettin! Eitt undur fyri okkum deyðiligu, sum ikki fata, hvussu tað kann bera til at gera eitt so neyvt arbeiði langt undir jørð. Eitt valaverk, tað var eingin í iva um! Tá ið Bjarni Djurholm og konan sóust koma undan í grótrúgvuni aftaná at síðsta skotið var latið av, fegnaðust vit, ja nú var sloppið! Og nú var bara at bíða eftir, at føroyingar sluppu framat at gera veg og annað, sum vit eru so vanir við, nú mundi tað fara at ganga skjótt! Og tað gjørdi tað. MEN! So brast bumban...ella skulu vit kanska heldur siga, at hol kom á byldin. Alt tos um prís og ferðslumynstur hevði leiðslan fyri P/F Vágatunnilin hegnisliga sníkt seg uttanum, men nú byrjaði so smátt eitt mynstur at vísa seg, og spakuliga gekk tað upp fyri okkum, at hesir menn, óivað sum teir einastu í landinum, ALS ikki trúðu uppá sítt egna (ella okkara!) projekt til _ mia. Og at teir í roynd og veru ikki høvdu sett seg inn í, hvat fór at henda við ferðsluni, ella hvat ÁTTI at henda, ella hvat ið meiningin við at avloysa ferjurnar við ein tunnil er! Nøkur vágafólk, nakrir fáir politikarar og pendlarar sum eg sjálvur, royndu av øllum alvi at gera vart við, hvat var um at henda.


Fyrsti Skelkurin
Nakrar fáar vikur undan opningini, sum var fleiri mánaðir fyrr enn ætlað - og hevur arbeiðsfólkið alt rós uppiborið fyri tað - byrjaðu tøl so smátt at koma undan kavi. Stjórin í "P/F Vágatunnilin" og formaðurin í nevndini vóru ferð eftir ferð í fjølmiðlunum og hildu fast um, at ferðslan, sum teir hildu uppá var uml. 280 bilar pr. dag við ferjunum um sundið, (tær sigldu á tremur frá kl 7 á morgni til kl 8 á kvøldi, einar 2 ferðir um tíman) fór at vaksa til uml. 350 bilar! Sjálvt um samband nú fór at vera alt samdøgri, og so gott sum einki mark fyri, hvussu nógvir bilar kundu vera "umborð" í senn. Eg trúði satt at siga ikki mínum egnu oyrum. At nakar sleppur at sita í leiðsluni fyri einum projekti til ein kvarta milliard uttan at trúgva uppá tað, sum hann ger, kann ikki vera satt. Hevði hetta gingið í tí privatu vinnuni? Eg ivist ikki - men her ber eftir øllum at døma alt til. Teir hildu óhugnaliga fast um, at teirra "kanningar" vístu, at so fór at verða. Hesar kanningar, kom seinni fram, vóru gjørdar ár frammanundan at tunnilin lat upp, og vóru gjørdar UMBORÐ á Strandferðsluskipunum.....Ei undur í, at teir ikki komu til eitt hægri tal, hesi fólk ferðaðust jú av neyð við tí yvirfyltu ferjuni, so sjálvsagt fóru tey eisini at brúka tunnilin! Hví spurdu teir ikki heldur tey, sum stóðu eftir á keiini? Ikki fyrr enn ein av garvaðu skiparunum á Ternuni/Sam rópti varskó, og segði, at veruliga talið fyri ferðsluna við ferjunum hetta árið var munandi hægri, fór leiðslan ein túr yvir á Strandferðsluna hinumegin vegin at fáa tey røttu tølini. Eftir trýst frá almenninginum, serliga vágafólki, og onkrum politikara, kom nevndin beint undan opningargdegnum við einari príslækking. Gamaní, "allur bati bøtir", men tá skaðin er so stórur, sum hann var, má batin vera tilsvarandi stórur! Hetta gjørdi lítlan mun fyri okkum, sum høvdu lagt framtíðarætlanir, keypt hús ella fingið arbeiði "skeivu" megin í teirri trúgv, at tað fór at verða gjørligt at ferðast um Vestmannasund dagliga. Tað gjørdist okkum øllum greitt, at menninir í leiðsluni fyri vágatunnilin høvdu einki følilsi við, hvat teir vóru í holt við at gera. Gamaní, eitt megnarverk reint tekniskt, og tað ivist eg onga løtu í, at leiðslan hevur havt fult tjekk uppá (við undantak av bummpengaskipanini), men so knekkar filmurin eisini. "Prísurin kann ONGANTÍÐ hækkast aftur", varð sagt fleiri ferðir; tí mátti hesin setast heldur ov høgt enn ov lágt. Undarligt at hoyra frá einum manni, sum fyri nøkrum árum síðani fekk allar føroyingar til maniskt at ganga runt og sløkkja allar perur, sum sløkkjast kundu og spara uppá vaskingina - fyri síðani at hækka streym-prísin, tá vit gjørdu sum sagt varð og pengar knappliga restaðu í - buggeli-buggeli-bug. Nei - almennir stjórar (í monopolfyritøkum) hava óivað ikki somu fortreytir, fyri at fáa gerandisdagin at hanga saman, sum arbeiðsfólk flest! Og har sita fleiri av teimum í nevndini, so ei undur í, at framrokningin bleiv, sum hon bleiv.

Ónýtilig íløga fyri fjórðings-milliard.
Tann stóri dagurin tá tunnilin "lat upp" upprann so hóast alt. Tað var ein fagnardagur, eingin ivi um tað. Sjálvur sat eg frammanfyri sjónvarpið og hugdi; sorgblítt at síggja Ternuna koyra rampan upp fyri seinastu ferð - tó var neyvan nakað eyga vátt. Men kensluna av, at vera sloppin úr einum búri - fyri so at uppdaga, at ein keta hongur um annað beini á tær, mundu tað vera mong við mær, sum høvdu hendan dagin. Nú galt um at finna útav, hvussu sleppast kundi til arbeiðis uttan at fara á húsagang. 2240,- kr. skuldu gjaldast fyri at ferðast til arbeiðis 20 dagar um mánaðin, t.v.s., at tú skuldi forvinna uml 5000,- kr áðrenn tú hevði tjent fyri at koma gjøgnum tunnilin til arbeiðis - og so kom olja og slit afturat. Ráðini vóru nógv: Keypa sær eina motorsúkklu, koyra við bussi,....ella hetta, sum stjórin helt vera upplagt: at fylla bilin við fólki! Tað ljóðaði sera vitugt, tá ein kundi hugsað sær øll tey, sum fóru at vera til gongu, tí tey ikki høvdu ráð at koyra! Var hetta tað, hann hevði í tonkunum? Sjálvandi koyra tey saman, sum kunnu koyra saman, tað gera tey eisini millum Eysturoynna og Havnina, sjálvt um tað ikki kostar annað enn nakrar fáar krónur í olju. Men tað ber ikki til hjá øllum, kann eg hervið staðfesta! Síggja tit, hvussu langt úti hetta er: Vit hava gjørt eina íløgu fyri meira enn _ mia. - og so verður tann dagligi brúkarin noyddur at finna sær sniðgøtur til tess at kunna gera nýtslu av hesi slóðbrótandi íløgu av tí at teir, sum ráða fyri borgum, ikki trúgva uppá projektið, og kanska einamest: Ikki føla konsekvensirnar inni á sínum egna kroppi og slettis ikki hava brúk fyri sínum egna produkti.

"Nú er tað upp til tykkum at prógva, at vit hava tikið feil" - nakað soleiðis varð sagt av nevndarlimið í tunlinum, tá hann lat upp. Nú er meira enn eitt ár liðið síðani tunnilin lat upp, og vit eru byrjaði uppá tann næsta. Alla hesa tíðina hava vit verið hildin skák í mát av leiðsluni í Vágatunnlinum, við royndartíðum og smærri avsláttrum og at teir mugu bíða til næsta nevndarfund - og vit hava trúð teimum. Prísurin er kvinkaður niður einaferð, men uttan nakran logik í mun til ferðsluna. Nú siga tey almennu tølini - hvørt tey eru tey røttu ella ikki, er eitt mál fyri seg - at tað ferðast næstan 900 bilar gjøgnum tunnilin hvønn dag, í mun til teir 350, sum leiðslan metti at byrja við, altso 150 % meira! Men prísurin hjá okkum við hægsta avsláttri er lækkaður við uml. 20 kr. tur/retur ella minni enn 20 %. Hvussu leingi og nógv skulu vit prógva tað?

Ferðslumynstrið lítið broytt
Hvør er tað so, sum ferðast gjøgnum Vágatunnilin? Jú, pendlararnir halda fast í vónina um, at tunnilin veruliga verður opnaður ein dag - vónandi skjótt eftir valið - so vit koyra trúliga, vit fáa illani gjørt annað, sjálvt um vit hvønn mánaða spýta túsundvís av krónum í pengakassan á Skansavegnum, sum skjótt má vera á tremur - annars er okkurt rav-ruskandi galið! (Her skal tó leggjast afturat, at tað eru bert nakrir heilt fáir, sum megna at koyra við egnum bili hvønn dag). So eru tað ferðafólkini til og frá flogvøllin, sum óivað halda væl standa til; tí hjá einari familju, sum fer vestur einar 2 ferðir um ári við fullum bili at biða dóttrini farvæl, ið skal til Danmarkar á skúla, eru 180 kr. kanska ikki nógv. Út frá stabbunum á heimasíðuni hjá Vágatunlinum sæst, at tað er runt um tíðirnar, tá flogførini koma og fara, at flestir bilar koyra gjøgnum tunnilin. (Stóra tøkk skulu tit hava! Uttan tykkum hevði tað sæð sera, sera svart út framman stavn). T.v.s., at vágafólk, sum ikki ferðaðust áðrenn tunnilin læt upp, ferðast heldur ikki í dag! Og tey, sum ikki noyddust vestur áðrenn tunnilin læt upp, fara heldur ikki vestur í dag. Hví? Tí tað er ov dýrt! Í veruleikanum hevði úrslitið verið líka gott, um Smyril ella kanska gamla Norrøna vóru sett í sigling um Vestmannasund alt samdøgrið! Syrgiligt, at leiðslan ikki dugir at analysera síni egnu tøl - ella vilja teir kanska ikki gera tað, goymir okkurt trøllið seg aftanfyri, sum ikki tolir dagsins ljós? Eg spyrji bara - teir hava í øllum førum landsins bestu teljimaskinu við inngongdina, hon vísir enntá, hvør tað er, sum koyrir og situr við síðuna av.

Eftirristingar
Tann seinasti skelkurin frá Vágatunlinum, um nakað kann skelka okkum longur, kom tá fyrsta skotið var latið av til Norðoyartunnilin (Norðoyingar eru nú í somu ekstasu sum vit vóru fyri nøkrum árum síðani, og tora og duga ikki at síggja veruleikan í eyguni - enn. Vónandi gera tit tað áðrenn ov seint er, so vit saman kunnu taka tøk fyri at fáa skil á hesum viðurskiftum). Uttan at blunka segði stjórin í Vágatunlinum fyri opnum skermi, at teir høvdu fingið uml. 25 mió kr. inn fyrsta árið, og at hetta var ikki meira enn hvat skuldi til fyri at tað skuldi mala runt! Fyri einum góðum ári síðani, segði hann, at 18,5 mió fóru at vera nóg mikið til at reka tunnilin og gjalda hvørjum sítt! (Hetta var eisini ótrúliga høgt, tí lánið kostar ikki meira enn einar 11 mió. um árið). Altso ein vøkstur uppá meira enn 30%, uttan at nakar talar at! Eg sigi bara: Norðoyingar, gleði tykkum! Ein meirkostnað uppá uml. 15 % tá tunnilin letur upp kunnu tit rokna við, tað fingu vit, og so eftir fyrsta árið: Góð 30% afturat, sum tit skulu gjalda! Eg spyrji: Er einki mark? Og hvar fara hesir pengarnir? Gamaní hevur ómannaða bummstøðin verið mannað líkað síðani tunnilin opnaði og til henda dag, men krevur Ansni so nógv inn fyri at sita í einum skúri og lúra døgni runt? Neyvan!

Prísurin niður - ferðslan upp
25 mió hevur Vágatunnilin fingið inn hetta fyrsta árið - sigst. Í miðal eru 440 gjaldingar skrásettar hvønn dag. Hetta gevur eitt miðalgjald pr. bil uppá uml. 155,- kr. Um sama bilanøgd skuldi fingið upphæddina inn, sum teir søgdu seg hava brúk fyri, nevnliga 18,5 mió. Kr., so hevði miðaltalið verið uml. 115,- kr. Hetta hevði givið ein munandi lægri prís, sum uttan iva hevði havt við sær, at munandi fleiri ferðaðust enn í dag, sum so aftur hevði havt við sær........o.s.f.r, o.s.fr. - logikkur fyri mariuhøsn. Eg havi ikki lisið økonomi, men eg havi hoyrt um nakað, sum kallast "Break-Even" - hevur leiðslan í Vágatunnlinum nakrantíð hoyrt um tað? Tað sær ikki soleiðis út. Potentialið er stórt. Tað eru bert fáir pendlarar, sum veruliga pendla. Funnir vera útvegir, tí vit hava ikki ráð at koyra til arbeiðis hvønn dag - júst sum áðrenn tunnilin lat upp! Eg veit um onkran, sum hevur sagt starvið frá sær. Tá prísurin er komin niður , fara hesir óivað allir at koyra hvønn dag. So eru tað tey, sum ætlaðu sær at seta búgv vesturi í Vágunum, men hava útsett hetta, tí tey hava ikki ráð at koyra til arbeiðis, hóast húsini óivað eru bíligari har enn á meginøkinum. Her kemur uttan iva gongd á, tá tunnilin verður "opnaður" - tá prísurin ikki er ein forðing longur, júst sum nógv fólk í meginøkinum í dag arbeiða og búgva á plássum sum liggja langt frá hvørjum øðrum, hetta er púra vanligt. Og endiliga øll tey Vágafólkini, sum framvegis bara eru nakrar fáar ferðir um árið í Havn - fyri ikki at tala um havnamenninar, sum bara eru einaferðu um árið í Vágunum, hví? Tí tað kostar ov nógv til bara at fara sær ein túr yvirum. Haðani sum eg búgvi, tekur tað næstan ein tíma at koyra til Havnar. Men um onkur hevur hug at fara ein túr, so ivast hann ikki, um tað nú loysir seg at fara ella ikki, sjálvt um tað tekur ein tíma. Úr Miðvági til Havnar tekur tað ein hálvan tíma at koyra(tað tykist oftani, sum strekkið er longri hinvegin, men lat tað fara), men fólk mugu taka seg saman í ferðalag ella bíða til næsta mánaða, um tey finna okkurt gott tilboð hinumegin, tí tað loysir seg ikki at koyra yvirum. Um prísurin varð lækkaður, so hann ikki kendist sum ein forðing, hevði tað verið náttúrligt hjá vanligum fólkið at fari yvirum sundið til ørindir, hvønn dag - og tað kundi líkaso væl verði vestureftir at rákið lá, sum hinvegin.

ÁHEITAN
Økismenning og útjaðaraploitikkur hevur verið fremst á politisku dagskránni seinastu árini, og uindirsjóvartunnlar eru eitt tað hentasta amboðið, vit hava á hesum økinum, men við slíkari fyriskipan, sum her hevur verið, er ikki talan um nakra menning, kanska tvørtur-imóti. Tískil er áheitan mín á tey, sum koma at mynda okkara løgting og landsstýrið um nakrar vikur, at taka seg saman og fáa skil á hesum, soleiðis at henda íløga, sum vit hava gjørt, kemur til sína fullu nyttu. Og soleiðis, at Norðoyingar ikki koma at sita í somu støðu sum vit um 3 ár. Áheitan mín til, í fyrsta lagið P/F Vágatunnilin, í øðrum lagi politikararnar, um hinir ikki taka annað skinn um bak beinanvegin, er at:

- í minsta lagi 2 av limunum í nevndini fyri Vágatunnilin, verða skiftir um við fók, sum vara beinleiðis av brúkarunum av tunnlinum. T.v.s. til dømis eitt umboð fyri pendlararnar og eitt umboð fyri vinnulívið á Vágoynni.

- at Vágatunnilin ger eina royndartíð uppá nakrar mðr. við nógv lægri prísum, fyri at síggja, hvussu stór tann møguliga ferðslan er. Vit hava sum er, longu goldið nógv meira enn kravt var fyri at tað skuldi mala runt, umframt at vit byrjaðu at gjalda 7 mðr. áðrenn lánið veruliga skuldi fella til gjaldingar, so har eigur at vera økonomiskt rásarúm fyri at gera eina roynd.

- at felagið fær skil á gjaldsskipanini, og krevur endurgjald frá veitaranum fyri eina óbrúkiliga skipan, í øðrum lagi at teir droppa skipanina og lata fólkini, sum álíkavæl hava staðið og óivað fara at standa við hesa ómannaðu støðina alla tíðina, avgreiða gjaldi.

- at felagið ger øllum greitt, hvussu nógv teir hava útistandandi hjá fólki, sum ikki gjalda, og hvat verður gjørt fyri at fáa peningin inn.

- at felagið veitir vissu fyri, at vatntætt skott er ímillum arbeiði, sum verður gjørt fyri P/F Vágatunnilin og P/F Norðoyartunnilin. Eru tað ikki somu fólk, sum arbeiða fyri bæði feløgini?

Politikararnir mugu harafturat takað stig til, at mark verður sett á, hvussu nógv útreiðslurnar hjá felagnum kunnu vaksa. Nú sær tað út sum um, at trøini vaksa inn í himmalin. Tað sum upprunliga varð sagt ja til, var at gjalda 1/3 av 240 mió. Altso 80 mió. við bummgjaldi, hetta sær nú út til at kunna gerast til fleiri hundarð milliónir, um leiðslan fær frítt spæl.