Dávid Isfeld
Einar tvær vikur síðan varð almannakunngjørt, at árið 2007 var eitt sjáldsama inntøkuríkt ár fyri landskassan. Hetta kunnu allir føroyingar bert frøðast yvir. Men so koma árinini av slíkum valaári: Politikararnir verða meira ella minni samdir um at gera undirsjóvartunlar fyri 2000 miljónir yvir tey komandi 10-15 árini. Eitt gott ár gevur politikarunum árræði til at gera íløgur, sum faktiskt krevur eina 15 ára-røð av góðum inntøku árum. Slíkar íløgur – í einum landi við so óstinnum inntøkugrundarlagi sum Føroyar hava – er so stutt hugsað og ábyrgdarleyst, og er hetta greiður boðskapur um, at alt ov nógvir politikarar vanta politikskt skyn, førleika og vísdóm.
Meirilutin vil hava gott heilsuverk
Tá fólk verða spurd, hvat tey hámeta og halda vera týdningarmiklasti lutur í vælferðasamfelagnum, siga tey flestu, at heilsan hevur størsta týdningin og sostatt eisini heilsuverkið. Men í politiska heiminum ræður stór líkasæla hvat heilsuverkið viðvíkur. Viðlíkahald av heilsuverkinum er ikki nokk; tað skal menning til: menning til starvsfólkið (bæði persónlig menning, skeið og tílíkt, eins og fleiri starvsfólk), meiri pening til neyðugan heilivág og syrgja fyri, at mest møgulig viðgerð fæst í Føroyum. Hetta krevur pening, sum kann fáast til vega, um tað ikki verða ov nógvir pengar tiknir úr landskassanum til frama fyri koyrikomfort - undirsjóvartunlar.
Løgmaður máðar støðið undir síni egnu visjón
Visjón 2015 legði serstakligan dent á, at Føroyar gerast eitt vitanarsamfelag. Hetta veit ein og hvør krevur góðar skúlar t.e. gott og rúmligt umhvørvi (og ikki barakkir), javna menning av lærarum, dagført frálærutilfar og nýggjar útbúgvingar. Lítið hevur verið gjørt á hesum øki, og undanfarna og sitandi samgonga, við Jóanesi Eidesgaard sum løgmann í báðum førum, máðar støðið undan skúlamenningini við lyfti um undirsjóvartunlar fyri 2000 miljónum í nærmastu framtíð. Tað er mær ein gáta og eitt vónbrot, at so nógvir føroyingar vilja hava fleiri ára gomlu vanrøktina av heilsuverkinum og skúlaverkinum at halda á fram til frama fyri koyrihentleikar. Skulu okkara børn og tey sjúku bøta fyri óneyðugar koyrihentleikar? Hava ”tunnilspolitikararnir” og onnur samsint samvitsku til tað?
Trivnaður fyrst
Trivnaður fæst ikki við vegasambandi einans. Vit mugu fyrst av øllum syrgja fyri, at barnafamiljur trívast í Føroyum. Eg havi fyrr skrivað um hvussu óneyðugt dýrt tað er at liva í Føroyum. Tá so eisini barnaskúlarnir eru ov vánaligir (serstakliga skúlar í lítlum bygdum), hvat skal tá gera tað trivaligt og jaligt hjá barnafamiljum at búseta seg í Føroyum? Lesandi, sum koma heim, hava longu eitt netverk av vinum og øðrum í útheiminum, og er tað tí lætt og lokkandi at rýma av landinum aftur, tá fávitskukenda mannagongdin á Tingi eins og millum (tíverri) ov nógv fólk heldur á fram. Hóast met-høgt fólkatal og heimflyting í løtuni stúri eg fyri huglagnum millum ungu familjurnar og hugburðin á Tingi. Útlit eru fyri einari daprari framtíð í Føroyum, um hesin trupuleikin at skapa nøktandi karmar til barnafamiljur ikki verður tikin í álvara NÚ. Útset tunlarnar og skapi trivnað í Føroyum. Um 2000 barnafamiljur við 5000 børnum rýma av landinum yvir tey næstu 15-20 árini, hvussu nógvir pengar halda tit tá vera í landskassanum? Hvussu nógv gomul fólk eru ikki tá eftir, ið hava brúk fyri heilivág, viðgerð og bústaðir? Hvussu verður trivnaðurin í einum barnfátakum samfelag? Føroyar eru við at gerast eitt einsamalt og ófruktbart træ, ið spakuliga følnar.
Politiskur impotensur ella fólkaræði?
Politiski ódugnaskapurin, ella vantandi fyrilit fyri restina av neyðugu ábøtunum, sum landskassin má gjalda, fær meg at mæla til, at skipað verður fyri einari fólkaatkvøðu, hvørt vit vilja hava undirsjóvartunlarnar nú, seinni ella yvirhøvur ikki. Tá politikararnir ikki hava dirvi til at hyggja tunnilsfólkini í eyguni og siga NEI til tunlar NÚ, so má FÓLKIÐ fáa tann møguleikan. Vit eru fleiri, ið ikki vilja bera fíggjarligu byrðuna, sum tunlarnir leggja á okkum, vegna impotentar politikarar og barnsligar og sjálvsøknar borgarar, sum fyrilitarleyst bara vilja hava. Hvørjir pengar skulu t.d. rinda tað MVG’ið, sum møguliga skal takast av ávísum matvørum til frama fyri trivnaðin? Hvørji trivnaðar tiltøk kundu ikki verið gjørd tey næstu 10 árini fyri 2000 miljónir krónur? Tá Føroyar kunnu tyngjast fíggjarliga so nógv tey næstu mongu árini til frama fyri koyrimarglæti hjá einum minniluta í Føroyum, so haldi eg, álvaratos, tað einasta rættvísa vera at skipað eina fólkaatkvøðu – javnbýti og fólkaræðinum at frama.