Nú skal gjaldið fyri at koyra ígjøgnum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, takast av.
Tað ætla tey í Sambandsflokkinum og tískil hevur Bárður á Steig Nielsen, nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at samtykkja at avtaka bummgjaldið.
Bummgjaldið fyri at koyra ígjøgnum Vágatunnilin skal avtakast fyrsta mai og gjaldið fyri at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin skal avtakast fyrsta mai í 2018.
Og samstundis sum at bummgjaldið verður avtikið, skulu báðir undirsjóvartunlarnir handast landinum fyri einki.
Eftir at politikarar, sum hava viljað havt bummgjaldið burtur, hava malið sum ketta um heitan greyt í fleiri ár, sleppur Løgtingið nú loksins at taka støðu til um bummgjaldið skal takast av, ella ikki.
– Tá undirsjóvartunlarnir vórðu gjørdir, var greiða fatanin, at tá lánini vórðu afturgoldin, skuldu undirsjóvartunlarnir í almenna vegakervið, sigur Sambandsflokkurin.
Teir í Sambandsflokkinum vísa eisini til løgtingsmál nummar 14 í 2002, ið er samtykt beint áðrenn Vágatunnilin varð tikin í nýtslu. Har stendur ... Tá lánið er afturgoldið, verður partafelagið upployst, og undirsjóvartunnilin fellur til landið sum ein vanligur partur av landsvegakervinum. Støða verður tá eisini tikin til, um skipanin við bummgjaldinum skal halda fram. ...
Annars hevur núvegandi løgmaður, Aksel V. Johannesen eina aðra áskoðan á málið.
Tað kanst tú lesa um HER.
Og tá ið Kaj Leo Holm Johannesen, sum nú er við at leggja uppskotið fram, var løgmaður, staðfesti hann eisini, at bummgjaldið skuldi ikki avtakast, tá ið lánini vóru goldin, tí Landið skuldi eisini hava partapengingin aftur.
Tað kanst tú lesa um HER.
Sambandslokkurin sigur, at uppskotið, sum nú er lagt fram, er ein liður í at gera eina samhaldsfasta skipan og at javntseta øll fólk í landinum, hvat samferðslu viðvíkur.
– Næsta stigið er ein skipan fyri sjóvegis farleiðirnar, sum tryggjar teimum fastbúgvandi ein lægri prís enn øðrum, ið ikki brúka farleiðina regluliga, sigur Bárður á Steig Nielsen.
Fyri at viga upp ímóti teimum inntøkum, ið verða mistar við at avtaka bummgjaldið, skjýtur Sambandsflokkurin eisini upp at hækka bæði vektgaldið umframt at avgjaldið á bensini og á diesel skal hækka.
Sambandsflokkurin metir, at inntøkumissurin av hesum uppskotinum verða einar 4,8 milliónir um árið frá fyrsta mai og aðrar 4,8 milliónir um árið frá 1. mai næsta ár.
Men samstundis minkar útreiðslurnar til at umsita undirsjóvartunlarnar góðar tríggjar milliónir krónur um árið.
Sambandsflokkurin sigur, at vektgjaldið skal hækkast við tvey prosent 1. mai og aftur tvey prosent tann 1. mai í 2018.
– Fyri ein vanligan familjubil, sum nýtir bensin sum drívmegi og vigar millum 1.101 kilo og 1.300 kilo, fer vektgjaldið at hækka úr 2.470 krónum um árið, upp í 2.520 krónur tann fyrsta mai í ár og so upp í 2.570 krónur um árið tann fyrsta mai næsta ár, ella 100 krónur um árið tilsamans.
Annars skal avgjaldið á bensini hækkast seks oyru liturin tann fyrsta mai, og tað sama skal avgjaldið á diesel hækkast. Og fyrsta mai í næsta ár skal avgjaldið á bensini aftur hækkast seks oyru liturin og tað sama skal avgjaldið á diesel eisini.