Álvur Danielsen
Tað verður nógv tjakast um sambandið millum Tórshavn og Eysturoynna í hesum døgum. Undirsjóvartunnilin, sum nú sýnist at verða veruleiki innan alt ov nógv ár, hevur sett dik á hetta tjakið. Flest øll okkara munnu eisini gleðast um, at so skal verða?
Sjálvur gleðist eg eisini í so máta. Samstundis kann eg bert hugleiða um, hvussu trupul og drúgvur túrurin norður á Oyrarbakka kundi verða, tá eg sjálvur var smádrongur. Vegasambandið var so sum so - haldi meg hóma, at eg var borin tað eina strekkið fyri síðan at koma í annan bil. Seinni »Oggjarleiðir« og yvir um sjálvt Sundalagið komu vit til tíðir við róðrarbáti ella »Sigmundi« (tí hjá Jóan Peturi Andreassen ), seinni við »Sundaferguni«. So kom brúgvin í 1973 og í 1976 kom Norðskálatunnilin. Tá mundu fleiri halda, at her var komið á mál. Nú gjørdist ikki meira.
Tey sum eru enn eldri settu álitið á apostlarnar, nógv minnast enn »Trónd« ella »Streym« nøkur heilt fá enntá mjólkarbátin »Ruth«, sum var fyrsta veruliga lopfjølin frá skytstíðini til tað útbygda samferðslusamfelagið, vit kenna í dag. Alt hetta upp á minni enn 100 ár.
Sum sagt, øll munnu gleðast um hetta, og so skal tað eisini verða. Inni á Eysturoynni gongur tjakið lívliga fyri seg, og ætlanirnar eru nógvar. Ein tunnil, tveir tunnlar, rundkoyring/ar, ringvegur/ir o. s. f. Okkurt er ávegis, annað á papírinum og sumt bert í hugaheiminum enn.
Her í Tórshavn hoyrist ikki so nógv frá teimum, sum valda í býráðnum. Eingin klár útmelding, at býurin er fyrireikaður ella verður tað. Hetta at taka ímóti tí nógvu ferðsluni, sum tá verður. Eitt er víst, at okkurt skal gerast fyri at svølgja tað til ta tíð øktu ferðsluna. Longu komandi ár verður »Norðoyatunnilin« liðugur. Býurin veksur jú eisini og tað gevur í sjálvum sær fleiri avbjóðingar.
Vónandi hevur høvuðsstaðurin aðrar ætlanir enn bert at gera eitt stórt parkeringspláss uppi í Hoyvík, og só kunnu tey vitjandi stilla bilin - ganga ella taka býbussin oman í SMS ella gongugøturnar. Kenni eg Heðin rætt, bjóðar hann øllum vælkomnum. Men hvussu?
PS: Vænti annars ikki sjálvur at verða fyri, tá tað ógvusliga bilatalið søkir til Havnar, tá ið eg ikki havi nakað koyrikort sjálvur. Dumpaði nevniliga í føroyskum uppi á fyrrverandi Bileftirlitinum. Jú, ein rættartrygd og onnur ella mangul upp á sama. Kanska borgarstjórin, Heðin Mortensen setur álitið á Akstovuna, sum tað nú kallast.