Føroyar eru nærri umheiminum. Skjótt er at koma aftur og fram loftvegis. 50 minuttir frá Glasgow til Vágar. Uml. 2 tímar frá Keypmannahavn til Vágar. 3-4 tímar frá Miðeuropa til Vágar.
Men so heldur eisini alt tað gleðiliga uppat.
Hvussu langa tíð tekur tað so at koma teir knappar 2 kilometrarnar frá Vágum um Vestmannasund til »meginlandið«? Hetta strekki skal alt flogferðafólk okkara. Umframt øll onnur ið ferðast sama veg.
Um ferðingina um Vestmannasund kunnu bert orð nýtast sum: kaos, ótíðarhóskandi, ónýtiligt, dráp, grátur, øði og diskriminering. Skalt tú bíða ein tíma, tveir, tríggjar ella 4 tímar við ferjuleguna? Tú veitst tað ikki og fært tað heldur ongantíð at vita. Tú skalt bara stilla teg í bíðirøðina og? bíða.
Hendan óvissa og óneyðuga bíðitíð, ið als ikki átti at verið - tí undirsjóvartunnilin skuldi verið liðugt gjørd fyri fleiri árum síðani. Tá visti tú at ongin bíðitíð var. Ferðatíðin undirsundinum var 3 1/2 minutti rog tað tók 15 minuttir at koyra frá flogvøllinum til Kollafjarðar. Alt døgnið. Soleiðis átti at verið. Men soleiðis er ikki - enn. Og nær fer at vera soleiðis, ið tað átti at verið?
Á fundi við landsstýrismannin Finnboga Arge fyri kortum var upplýst, at hetta arbeiði fer at vera gjørt. Men enn er ongin tíðarætlan løgd. Vit í Vágum eins og Føroya fólk hava krav uppá at landsverkfrøðingurin fær boð um at gera tólini klár, soleiðis at hetta arbeiði kann fara ígongd sum skjótast. Og verða gjørt so skjótt sum gjørligt. Tað er frá okkara sjónarmiði onki alternativ til hesa ætlan. Tað finst onki argument, ið er nóg gott til at útseta hetta neyðuga arbeiði so mikið sum ein tíma longur. tað skal í gongd nú.
Í 1980 lá tekningin av fyrstu Undirsjóvartunnil á borðinum hjá Landsverkfrøðinginum. Síðst í 80?unum var byrja - og steðga. Samtykt er á Føroya Løgtingi, at hetta arbeiði skal gerast.
Sum undirritaði skilti á Landsverkfrøðinginum H. Jacobsen í Útvarpshøllini, tá ið ein bóklingur var givin út um Undirsjóvartunnilin, steðgaði hann hesum arbeiði, men roknaði tá við, innan eitt ella tvey ár, at fáa boð um at byrja aftur, tí hann metti hetta arbeiði av sera stórum samfelagsligum týdningi. Men enn er ikki byrja. Ímeðan hava ferðafólk eins og fólk annars mist burtur millión eftir millión av tímum, við at bíða og bíða og bíða og bíða?
Eitt dømi av sera mongum á Oyragjógv: Eftir at hava bíða í einar 2-3 tímar kom eg í prát við ein dana, ið eisini hevði bíða. Hann gramdi seg nógv og var keddur. Sum vanligt um summarið var alt kaos. Langar bíðirøðir báðumegin. Báturin sigldi í pendulfart og ferðaætlanin helt ikki.
Hann var komin upp til Føroya, tí hann skuldi á fund saman við øðrum útlendingum og føroyingum í Klaksvík. Flogfarið var lent eftir ætlan. Fekk sær ein leigubil frá Hertz fyri at vera so skjótur sum møguligt. Hann skuldi við ferjuni av Oyragjógv uml. kl. 12 fyri at røkka ferjuna í Leirvík, ið skuldi føra hann til Klaksvíkar. Hann hevði eftir ætlan verið í Klaksvík í góðari tíð. Men klokkan var nú 15 og vit stóðu enn og bíðaðu. Næsta ferja av Oyragjógv sigldi kl. 16.30. Hann náddi ikki til nakra ferju í Leirvík. Og ikki til tann fund í Klaksvík, ið gjørdi at hann fór til Føroya. Niðurstøðan hjá honum var púra greið. Samferðslan ónýtilig. Orsaka av ferðasambandinum um Vestmannasund noyddist hann at fara aftur til Danmarkar sum av torvheiðum. Fyri hann eitt fyribrigdi ein vil vera fyri uttan. Í Danmark ringt at uppliva, men sera lætt í Føroyum. Tað er bara at hava Oyragjógv við í ætlanini, so ert tú skjótt eitt slíkt upplivilsi »ríkari«. Fyri meg sum føroying er slíkt ein óneyðug skomm. Hetta ikki eindømi.
Tað er gleðiligt at lesa tað ið Zacharias Vang skrivaði fyri kortum og somuleiðis eisini tað ið »ferðandi úr Suðuroy« nevndi um undirsjóvartunnil. Tað er heilt greitt at hendan eigur at byrja beinanvegin og gerast skjótt, soleiðis at vit framhaldandi fáa ment hetta samfelagið.
Tað er púra greitt. Vit í Vágum vilja hava at hetta arbeiði byrjar sum skjótast. Vit finna okkum ikki í at vera hildnir gíslar í lokalpolitiskum spæli frá m.a. øðrum øki í landinum, ið ynskir eitt so vánaligt samband um Vestmannasund sum møguligt, fyri at nýta hetta sum jarnbrot fyri at áleggja Føroya fólki eina óneyðuga útreiðslu uppá fleiri milliardir fyri at flyta ein flogvøll óneyðugt.
Nei, latið okkum føra landspolitikk og menna hetta landið m.a. við at gera íløgur, ið gera tað betri at búgva á útjaðaraøkjum og eisini soleiðis, at tær íløgur ið longu eru gjørdar, fáa betri møguleika fyri at vera mentar og gagnnýttar. Tað vil spara landinum fyri mangar óneyðugar íløgur.
Tað fer at kosta landinum umleið hundrað milliónir, um undirsjóvartunnilin partvíst verður fíggja við bummpeningagjaldi. Hetta vil so aftur gera at landskassin verður minni lastaður, enn um hann skuldi fíggja alt projektið. Tað vil so eisini loysa kapital til onnur eins skilagóð projektir.
Hetta arbeiði eigur at byrja beinanvegin. Vit í Vágum ynskja at fáa eina nágreiniliga tíðarætlan um nær hetta skal byrja.
Landsmyndugleikar okkara skuldu vita, at vit hava fingið meira enn nóg mikið av at bíða óneyðugt við hetta sund. Vit standa saman í hesum máli og eru tilreiðar at taka hendur saman og gera tað ið krevst fyri at fáa hetta mál framt. Nú.
Vit ynskja at landsmyndugleikar okkara lurta eftir og vakna úr tornerosesvøvni sínum. Vit tola ikki hesi vánaligu viðurskiftir longur. Her skal nakað ítøkiligt henda nú.
Nevniliga 3 1/2 minuttir um sundið, døgnið runt, uttan bíðitíð.
Talan er um skilagóðan lokalpolitikk og ikki minst neyðugan landspolitikk.
Talan er her um lívæðrina til Vágarnar.
Nevniliga undirsjóvartunnilin nú.
Marjus Dam, løgtingslimur sambandsfloksins