Undirskriftirnar ávirka ikki byggiætlanina

630 undirskriftir fáa ikki Heðin Mortensen at skifta hugsan um útbyggingina framan fyri Skansan.

TRÝST á pílin undir mydnini og hoyr samrøðuna við Heðin Mortensen

 

Seinnapartin 1. apríl, fekk borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu handaðar 630 undirskriftir, ið mæla Tórshavnar kommunu til at bíða við ætlaðu útbyggingini framman fyri Skansan. 

 

Kjakið um útbyggingina hevur bylgjað aftur og fram millum fak- og borgarapartar síðani verkætlanin gjørdist kend í almenna rúminum.

 

Summi hava skotið upp, at flyta útbyggingina, onnur at halda áfram. Kjakið hevur síðani flutt seg út á sosialu miðlarnar, og á Facebook eru nú tvær síður, ið umboða ymisku sjónarmiðini.

 

Síðan, sum er fyri verandi uppskoti um Havnarútbygging telir um 2,200 brúkaraviðurkenningar, meðan tann, sum vil hava býráðið at bíða við ætlanini, telir um 1.600 brúkaraviðurkenningar.

 

Stigtakararnir til seinnu síðuna, Øssur Winthereig og Grækaris Djurhuus Magnussen, heittu á brúkararnar um at upplýsa navn og bústað, soleiðis at ítøkiliga undirtøkan kundi handast Býráðnum 1. apríl.

 

- Tað er gleðiligt at síggja áhugan fyri útbyggingini, men hetta fær meg ikki til at skifta hugsan. Ein útbygging er alneyðug fyri framhaldandi menning av Tórshavnar Kommunu, sigur Heðin Mortensen.