Mest søguliga úrslitið var helst, at Undri vann sín dyst á MB, tí hetta var fyrstu ferð yvir høvur, at Undri hevur spælt seg víðari í steypakappingini. Úrslitið av dystinum varð 3-2 til Undrið.
Aðra staðni vann FS Vágar 2004 tryggan 8-1 sigur á NÍF, og eisini vann LÍF hampuliga trygt á Fram. Úrslitið varð 3-0, men tað stóð tó á jøvnum, til bara fáir minuttir vóru eftir at spæla.
Og á Sevmýri mátti B68 lúta fyri TB, sum við 2-0 sigri spældi seg víðari til næsta umfarið í kappingini.