Bólkurin av ungum føroyskum listafólkum er á mangan hátt spennandi, og hósdagin 22. juli 2004 letur enn eitt ungt listafólk upp dyrnar til sína fyrstu framsýning við málningalist.
Hjá teimum flestu krevst fyrireiking og dirvi at lata almenningin fáa høvi at síggja og meta um listaverkini á fyrsta sinni. Listamaðurin, ið nú hevur valt at taka hetta stig, er 23 ára gamli Jógvan Andreas á Brúnni, og náttúrligt er, at fyrsta framsýning hansara verður í Gallarí Ribarhúsi í heimbýinum, Fuglafirði.
Umleið 30 myndir eru valdar burturúr til hesa framsýningina. Nøkur einstøk myndevni eru naturalistisk, men sum heild setur fríi og sveimandi hugurin hjá listamanninum sítt serstaka merki á verkini, ið bæði eru tilevnað við oljukriti, pastel, tusj, og blýanti.
Hóast talan er um fyrstu listaframsýningina hjá Jógvan Andreasi á Brúnni, hevur hann frá ungum árum sýnt áhuga fyri at tekna og mála. Ágrýtnið vaks, eftir at hann fyri nøkrum árum síðani var á listaháskúla í Holstebro í Danmark. Myndatøka hevur upptikið unga listamannin nakað, og seinnu árini hevur hann eisini roynt seg innan tónleik, t.d. sum trummusláari í bólkinum "Gestir".
Framsýningin í Gallarí Ribarhúsi letur upp hóskvøldið 22. juli 2004 kl. 20.00, og tá hava fólk møguleikan at síggja tey 30 nýggju listaverkini. Harumframt fara brøðurnir Ólavur og Torfinn Jákupsson, ið báðir eru úr "Gestir", at spæla akustisk løg í gallarínum.
Í knappliga 14 dagar ber til at vitja framsýningina hjá Jógvan Andreasi á Brúnni, ið fevnir um tíðarskeiðið 22. juli - 4. august 2004.