Ung føroysk samtíðarlist á Norðurbryggjuni

Norðuratlantsbryggjan sýnir framsýningina, ÚTFLYTING – ung føroysk samtíðarlist, ið kastar sterkt ljós á seks listafólk frá tí yngsta ættlarliðinum á føroyska listapallinum.

 

Tey flestu er útbúgvin ella búgvandi uttan fyri Føroyar, nýta ymisk sløg av tøkni og miðlum, men hava øll tað í felag, at tey skilja seg frá teimum klassisku evnunum, sum vanliga hava verið sett í samband við føroyska list. Hesi ungu hyggja heldur út móti heiminum, inn móti sær sjálvum ella eftir tí føroysku mentanini við atfinningarsomum eygum.

 

Hetta merkir tó ikki, at Føroyar sum høvuðsevni eru burtur á framsýningini, ella at natúran ikki hevur nakran leiklut í listaverkunum. Kortini er ein evnisbroyting hjá hesum unga ættlarliðnum, sum flyta seg kring egnar lívsroyndir og hugleiðingar.

 

Heiðrikur á Heygum er framsýningarstjóri á framsýningini, og hann sær listaligu broytingina hjá ættarliðinum sum eina týdningarmikla broyting í føroyskari list og eitt tekin um, at avbyrgingin av Føroyum er fullkomiliga brotin, og at tey ungu listafólkini í dag eru við á einum altjóða listapalli,ístaðin fyri bert á einum staðbundnum listapalli.

 

Á framsýningini eru verk eftir:

Erla Marita Askham

Johan Martin Christiansen

Heiðrik á Heygum

Jóannes Lamhauge

Halldis Olsen

Silja Strøm