Tíðinaskriv
Á øðrum sinni skipar Norðurlandahúsið fyri eini tvørlistarligari mentanarstevnu fyri ung í aldrinum 13 til 18 ár.
Ung í Føroyum 2001
Fyrsta stevnan av hesum slag var í februar 2001 og var hon sera væl eydna. 60 ung frá øllum landinum arbeiddu eitt vikuskiftið við teimum ymisku listagreinunum og úrslitið var víst fram fyri almeninginum á einum ?opnum húsið? í Norðurlandahúsinum 3. stevnudagin, og eisini varð ein ferðandi listaframsýning sýnd fram á ymsu deildunum hjá Føroya Banka, sum stuðlaði stevnuni, og SvF hevði eina sending, ið viðgjørdi alla stevnuna.
Norðurlendskar fyrimyndir
Fyrimyndin til hesa stevuna fingu projektleiðaranir Hedvig Westerlund og Rakel Helmsdal úr Noregi og Svøríki, har tey hava eitt tiltak, ið kallast ?ungdommens kulturmönstring?. Hetta er skipað sum kappingar í teimum ymsu kommununum um alt landið, har ung sjálvi fyrireika og vísa fram tey ymsu listarligu økini, tey fáast við. Vinnarnir verða síðani við í eini landspartakapping, og vinnaranir av hesi, fáa møguleika at vera útvald at vera við á norðurlendskum stevnum. Hesi tiltøk eru serliga áhugaverd, tí tey sýna, hvat tey ungu fáast við og eru áhugaði í, ikki hvat tey vaksnu halda, at tey ungu eru áhugaði í.
Føroyskt model
Av tí at Føroyar eru smáar, var í fyrsta umfarið avgjørt at gera ein mentanarstevnu har tað listarliga samstarvið og felags úrslitið standa í miðdeplinum. Ung úr øllum partinum av landinum skuldu hava møguleika bæði at sýna fram tað, tey gera, og fáa listarliga vegleiðing frá yrkislistarfólkum, og soleiðis ?snodda? eitt sindur til, hvat tað vil siga, at arbeiða við list burturav.
Ung í Føroyum 2003
Tann 31. januar 2003 verður onnur UíF-stevnan so sett, og eitt vikuskiftið við listarverksmiðjum, framførslum og framsýning byrjar.
Listagreinarnar, sum hesaferð verða umboðaðar eru: Myndlist, tónleikur, video, dansur, skriving, sjónleikur. Tvær myndlistaverksmiðjur verða, tvívídda (2D) list og trívídda (3D) list, og fyri teimum koma Guðrið Poulsen og Karstin Olgar Lamhauge at standa. Tónleikurin verður eisini býttur í tvey, ein kórverksmiðja, sum Bjarni Restorff leiðir og ein við instrumentalum tónleiki, sum Kári Jacobsen stendur fyri. Skriviverksmiðjan verður hesaferð við Mariannu Debess Dahl, og video verður eins og seinast við Jákup Veyhe. Til at leiða dansiverksmiðjuna kemur ein kendur danskur dansiverksmiðjuleiðari, Peter Friis. Og sum nakað nýtt, verður sjónleikaverksmiðjan í Ung í Føroyum 2003 fyri ung, ið eru antin rørslu- ella menningartarnað. Tað verður Jórun Simonsen, ið fer at leiða hesa verksmiðjuna.
Stevnan byrjar við, at tey ungu sýna egnu list sína fyri hvørjum øðrum, og endar eisini hesaferð við eini felagssýning av úrslitunum av verksmiðjunum fyri almeninginum sunnudagin tann 2. februar. Tað verður Vár Jacobsen, sum fer at samskipa hesa sýning.
Tilmeldingarfreistin er 15 novembur!!!
Í hesi vikuni fáa øll ung millum 13 og 18 ár eitt bræv í skúlanum ella á teimum ungdómsstovnum (skótarørslur o.t.), tey ganga á, sum greiðir frá UíF2003 og bjóðar teimum at melda seg til. Tey, ið eru farin úr skúlanum og ikki ganga á nøkrum stovni, eru sjálvandi eins vælkomin at melda seg til. Tey skulu bara fara inn á heimasíðuna hjá Norðurlandahúsinum, www.nlh.fo og fáa sama tilfari og tilmeldingarblaði, - eisini ber til at ringja til 317900 ella skriva til [email protected].
60 ung úr øllum landinum kunnu vera við á stevnuni. Tikið verður móti tilmeldingum til 15. november 2002. Tey, ið ætla at sýna egnu list sína á stevnuni, verða tikin framum.
Fyriskiparar
Tað eru Rakel Helmsdal, rithøvundi, og Hedvig Westerlund, teaturpedagogur, sum eru leiðarar og fyriskiparar av UíF2003 fyri Norðurlandahúsið.
Annlis Bjarkhamar, mentamálaráðharri, er verndari fyri stevnuni og Mentamálaráðið og Føroya Banki hava stuðlað tiltakinum bæði fyrru ferðina og nú.