Ung framtíð í kjaki

Áðrenn veitsluna leygarkvøldið á læraraskúlanum, varð kjakast um Føroyar í framtíðini. Høvuðsevnið var fullveldi, men ungdómspolitikkur, rúsdrekka og fosturtøka vórðu eisini umrødd

Politiska ungdómsstevnan, sum var í vikuskiftinum, endaði leygarkvøldið við veitslu í matarhøllini í læraraskúlanum. Men áðrenn tey ungu sluppu fram at bjóri og barr, varð luttakarahópurin býttur í tveir kjakbólkar. Settir vóru tveir kjakbólkaleiðarar í hvønn bólk, og teir umleið 40 luttakararnir fingu síðani høvi at siga sína hugsan um framtíðina. Einasta avmarking í kjakinum var, at ongin slapp at tvíhalda um framsetingar uttan eisini at hava eina grundgeving við uppi í leikinum.


Havragrýn og danskur samleiki


Sum vera man gjørdist aðalmálið undir kjakinum, spurningurin um ríkisrættarligu støðu Føroya. Áhugavert var, at flestu luttakararnir, antin teir tosaðu fyri fullveldi ella sambandi, gjørdu tað við støði í materialistiskum virðum. Fullveldisfólkið royndi at sannføra tey sambandshugaðu um, at ein møguligur lækking í livistøði í fullveldinum Føroyum, var tað verd. Sambandsfólkið og tey ivandi, løgdu hinvegin stóran dent á, at tey ikki fóru at góðtaka ov stóra lækking í livistøði, bert fyri at kunna kalla seg tjóð.


Sigast skal kortini, at nøkur fullveldisfólk vildu hava tjóðskaparligt frælsi undir øllum umstøðum. Tey vildu fegin »eta havragrýn hvønn morgun«, skuldi tað verðið neyðugt. Ein sambandsmaður kendi seg tjóðskaparliga tengdan at Danmørk. Ein partur av hansara tjóðskaparliga samleika var danskur. Hann var sostatt sambandsmaður av »tjóðskaparideologiskum« orsøkum. Ein áhugaverd støða, sum lítið hevur verið at hoyrt um í vanligum kjaki.


Millum fólk tyktist breið semja vera um, at fullveldi verður veruleiki »einaferð í framtíðini«. Nær tað er visti ongin at siga. Sambært niðurstøðu, hildu nøkur tó, at ávís viðurskifti skuldu avgreiðast áðrenn. Semja var kortini um, at vit eiga at sleppa okkum av við heildarveitingina úr Danmørk.


Ráð til Buffalo-skógvar


Onnur viðurskifti sluppu fram at í kjakinum móti endanum. Øll vóru vónsvikin av vantandi útbúgvingarpolitikki. Mælt var til at orða ein útbúgvingarpolitikk, sum byggir á føroysk viðurskifti. Gjørt varð vart við, at vit eiga at leggja okkum eftir at fáa endaligar útbúgvingar til Føroya. Føroyingar kunnu taka grundútbúgvingar í øðrum londum, og hægri útbúgvingar, serliga teldutøkniligar, í Føroyum, varð hildið.


Hugtakið, vælferð, var eisini umrøtt. Nógv hildu, at vælferð hevur samband við góðar møguleikar at søkja sær heilsubót, góðar skúla- og útbúgvingarmøguleikar og eina góða og trygga almannalóggávu. Nøkur søgdu tó, at tað eisini hevði týdning, at ein kundi fara í býin (í øðrum bilinum) og keypa sær einar Buffalo-skógvar, hevði ein hug til tess.


Øll vóru samd um, at almenna umsitingin er alt ov stór. Hvussu stór hon er, visti ongin nágreiniliga, men at hon ikki er nóg einføld at koma til, tyktust øll vita.


Eitt ungt samdøgur


Ungdómspolitikkurin varð býttur upp í tríggjar partar. Dag, kvøld og nátt. Tey ungu hildu, at tey áttu at hava góðar møguleikar til arbeiði og skúlagongd um dagarnar og góðar umstøður til frítíðarítriv um kvøldið. Hugkveikt av fyrilestri Sjúrðar Skaale um m.a. krøv hins einstaka til »samfelagið«, vóru tey ungu samd um, at tey sjálvi eiga at taka stig til at bøta um egnar umstøður, tá talan er um frítíðarvirksemi.


Í sambandið við náttina, og alt tað spennandi, ið hon hevur at bjóða, var størri spjaðing meiningunum enn annars. Eldfim evni, sum rúsdrekka og fosturtøka, skaptu ein lítlan klovning millum fólk beinanvegin. Onkur helt, at øl og vín eiga at sleppa á handilshyllarnar, meðan onnur vóru væleint við rúsdrekkalógina. Breið semja var um, at rúsdrekka ikki er bíligt!


Lív kom í samkomuna tá fosturtøka varð umrødd. Tikið varð bragdliga til, og gitingarnar um, nær eitt barn er eitt barn, vóru mangar. Øll hildu tað vera skeivt, at fosturtøka verður nýtt sum fyribyrging. Fleiri mannfólk hildu, at kvinnan sjálv eigur at ráða fyri, um hon ætlar sær at bera barnið í heimin ella beina tað burtur áðrenn tað sær dagsins ljós. Nógv valdu at tiga, meðan hetta evnið var frammi. Serliga ungar kvinnur sótu og stardu framm fyri seg meðan onnur umrøddu málið.


Hóast seinasta evnið tyktist ampaelvandi, og fleiri sótu hugsunarsom eina løtu eftir lokið kjak, varð hugurin betur sum fráleið. Óivað gleddu tey ungu seg til veitsluna seinni á kvøldi. Tað frættist seinni, at øll kjakevnini høvdu verið tikin framm aftur undir veitsluni. Og kjakið heldur óivað fram. Eisini í framtíðini, hvar hon enn er?