Ung hjálpa Ungum

Margarinfabrikkin er farin undir at skipa fyri einari stórari stuðulsverkætlan við heitinum ?Ung hjálpa Ungum?. - Fyrr hevur Margarinfabrikkin árliga skipað fyri tiltakinum kallað ?Børn hjálpa Børnum? og tað er her, at hugskotið til ?Ung hjálpa Ungum? er sprottið úr, sigur Linda Petersen, sum er ein av fyriskiparunum til hetta tiltak.

- Í ár vilja vit so fegin varpa ljós á tey ungu. ?Ung hjálpa Ungum? verkætlanin snýr seg um, hvussu ung kunnu vera við til at hjálpa og stuðla øðrum ungum. Alt yvirskotið frá verkætlanini fer til ?Tú & Eg? ?ráðgevingina. Øll tey, ið eru partur av tiltakinum, eru sjálvboðin ung. Vit hava sett okkum í samband við ymisk kend og minni kend listafólk, og øll hava verið sera jalig og hjálpsom, sigur hon.

Í verkætlanini ?Ung hjálpa Ungum? eru nógv fjølbroytt tiltøk. Vikuskiftið 26. og 27. oktober fer Margarinfabrikkin at hava eina bás á Torginum í SMS, har tey ungu selja t-shirtir (sí mynd) og ungir tónleikarir spæla. Motivið til t-shirtirnar hevur 17-ára gamla Solveig Hansen gjørt.

27. oktober verður eisini uppboðssøla av málningum hjá ungum listarfólkum, har alt yvirskotið eisini fer til ?Tú & Eg?-ráðgevingina.

24. november kl. 20 verður stóra ?Ung hjálpa Ungum?-stuðulskonsertin í Margarinfabrikkini. Á skránni hetta kvøldið verða m.a. Guðrið Hansdóttir, Boys in a Band, The Ghost.

Atgongumerki á 50 kr. eru longu nú til keyps í Margarinfabrikkini.

- Tiltakið er ætlað teimum ungu og annars øllum øðrum, ið hava hug at fáa eina góða tónleika-uppliving, meðan tey stuðla einari góðari sak, endar Linda.